Ætla at renna 10 kilometrar

Skúlar í Havnini hava havt skúlarenning í dag.

Skúlar í Havnini hava havt skúlarenning í dag.

 

In.fo hitti Petur og Óla í Vágsbotni, á Veg út á Tinganes.

- Vit ætla okkum at renna 10 kilometrar. Tað eru 5 rundir frá skúlanum, út á Tinganes, út á Skansan og so niðan til skúlan aftur, siga teir báðir.

 

Veðrið var ikki av tí besta, tað var nakað av vindi, kalt og ælingur.

- Tað bilar ikki, tað er ikki kalt tá vit renna, siga teir báðir.

 

Lærarar stóðu vakt ymsastaðni í býnum, mest fyri at hjálpa børnunum trygt yvir um vegin. Eisini vóru frámerki hongd upp í býnum, so at børnini einfalt sóu, hvar tey skuldu renna.

 

Børnini valdu sjálvi, hvussu langt tey runnu, men tvey teirra, sum runnu framvið okkum, søgdu at hetta vóru teirra 9. og 10. runda, tað vil siga, tey høvdu tá runnið 18 og 20 kilometrar.