Seinasta hósdag samdust amerikanski forsetin, Donald Trump og russiski forsetin, Vladimir Putin, um at hittast í Budapest.
Í dag gjørdist greitt, at fundurin verður ikki sum ætlað - í hvussu er ikki fyribils.
Hetta verður váttað í Hvítu Húsini, sambært The Telegraph.
Eftir ætlan skuldu uttanríkisráðharrarnir í ávikavist USA og Russlandi, Marco Rubio og Sergei Lavrov, hava fyrireikandi fund hósdagin.
Men, hetta verður eftir øllum at døma heldur ikki av nøkrum.
- Eg giti, at russar krevja ov nógv, og tað er eyðsæð fyri amerikanarum, at eingin avtala fór at fáast í lag í Budapest kortini.
Soleiðis sigur ein diplomatur við vitan um ætlaðu samráðingarnar í Budapest sambært Reuters í dag.