Ætlanin er at byggja út og skera flak á Snarfrost

Vinnu-og mentanarnevndin í Vága kommunu hevur vitjað á virkinum, har umboðini eisini fingu at vita um framtíðarætlanir hjá felagnum

Í vikuni var vinnu- og mentanarnevndin í Vága kommunu á vitjan á Snarfrost í Miðvági.

 

- Í 2017 skifti Snarfrost eigarar, tá Henriksen-familjan í Sørvági keypti bygningarnar á kaiøkinum í Miðvági. Síðan tá eru nógvar ábøtur og dagføringar gjørdar á Snarfrost.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag.

 

- Snarfrost tekur dagliga ímóti útróðrarfiski, umframt at línubátar, trolbátar og skipini, sum felagið eigur, eisini landa til Snarfrost.

 

Meðan vinnu- og mentanarnevndin var á vitjan, varð makrelur arbeiddur á virkinum. Snarfrost tekur hesar dagarnar ímóti makreli frá Vesturbúgvanum.

 

Tummas Henriksen, stjóri, vísti nevndini runt á virkinum og greiddi frá, hvat virksemi er á virkinum.

 

- Hann greiddi eisini frá um framtíðarætlanir, og at seinni í ár er ætlanin at byggja út og skera til flak á virkinum.

 

Skipini, sum felagið Snarfrost eigur í, eru Vesturvarði, Katrin Jóhanna, Vesturbúgvin og Norðfinnur.

 

- Umframt tað, eiga nøkur av fólkunum handan Snarfrost eisini Brestir, og seinni í ár kemur nýggja skipið hjá felagnum - Vesturleiki - til landið, verður lagt aftrat.

 

Í vinnu- og mentanarnevndini í Vága kommunu sita Jóanis Albert Nielsen, formaður, Beinta Gudmundsen, Ingi Wiberg, Dánial A. Hansen og Jónhard Selfoss.