Ræðslan fyri, hvat amerikanski forsetin kann finna uppá eigur at steðga øllum dreymum um føroyskt fullveldi, heldur formaður Sambandsfloksins Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix

Stríð um Grøn­land skal steðga dreym­um um før­oyskt fullveldi

Sambandsformaður vil hava løgmann at siga, um hann stuðlar ríkisfelagsskapinum

Ræðslan fyri, hvat amerikanski forsetin kann finna uppá eigur at steðga øllum dreymum um føroyskt fullveldi, heldur formaður Sambandsfloksins Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix

Tað ger Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, í einum grein 52a fyrispurningi til Aksel V. Johannesen, løgmann, har hann – í kjalarvørrinum av rokinum, sum amerikanski forsetin hevur elvt til um Grønland – vil hava løgmann at siga sær, um hann stuðlar ríkisfelagsskapinum.

 

Ítøkiliga orðar Bárður á Steig Nielsen spurningin til løgmann soleiðis:

 

Stuðlar løgmaður ríkisfelagsskapinum?

 

  1. Eru eftirverandi flokkarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni – Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn – samdir um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?
  2. Er fundur avtalaður við donsku stjórnina um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum?

 

Alt meðan heimurin er í upploysn, hevur javnaðarløgmaður saman við Fólkaflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn gjørt eina sokallaða tjóðarsemju um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum.

 

– Løgmaður boðaði í gjár, 13. januar, frá, at hann stuðlar Grønlandi. Grønland er feskasta dømi um, at smálond sleppa ikki at liggja einsamøll, sigur Bárður á Steig Nielsen. Tey verða løgd undir ræðið av einum størri landi so ella so.

 

– Hetta eigur at verða tikið við í kjakið um fullveldi her heima í Føroyum, tí hetta er ein spurningur um, hvørjum vit vilja vera saman við – Danmark, USA ella okkurt nógv verri, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

– Løgmaður hevur fyri eini tíð síðani boðað frá, at fundur verður við donsku stjórnina um sokallaðu tjóðarsemjuna fyrst í hesum árinum, men enn eru ongi boð komin um, nær og um hetta verður, sigur formaður Sambandsfloksins

 

 

 

Ræðslan fyri, hvat amerikanski forsetin kann finna uppá eigur at steðga øllum dreymum um føroyskt fullveldi, heldur formaður Sambandsfloksins Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix