HUXA hevur nú skipað seg fyri árið 2026. Við einari blanding av royndum andlitum og nýggjum kreftum, er felagið fult mannað og til reiðar at fara undir eitt avgerandi politiskt ár, har valstríð stendur fyri framman.
Á skipanarfundinum varð greitt, at Rúni Hammer heldur fram á formanspostinum. Saman við restini av nevndini fer hann at standa á odda fyri einum drívnum liði, sum er til reiðar at lyfta uppgávurnar, ið liggja fyri næstu mánaðirnar.
Eisini skal dentur leggjast á støguða vøksturin í felagnum. Eftir loknan aðalfund er enn einaferð staðfest, at HUXA er størsta politiska ungmannafelag. Føroyski ungdómurin ynskir eitt borgarligt, konservativt grundarlag, og er hetta tekin um tað. Nevndin fer framhaldandi at kempa fyri at varpa henda boðskap, og tæna borgarliga ungdóminum!
Nevndin ber brá av støðufesti, samstundis sum nýggj orka er komin inn at seta sín dám á arbeiðið hjá felagnum. Hendan javnvágin millum royndir og nýhugsan tryggjar, at HUXA er væl fyri at gera seg galdandi í politiska kjakinum, og tæna áhugamálunum hjá føroyskum ungdómi.
Nevndin í HUXA fyri 2026:
- Formaður: Rúni Hammer (heldur fram)
- Næstformaður: Fríði Leitiskarð (heldur fram)
- Kassameistari: Olaf Sundstein (heldur fram)
- Skrivari: Filip Hansen (nývaldur)
- Nevndarlimur: Martin Gardar (nývaldur)
- Tiltakslimir: Eyðun Tausen (nývaldur) og Askur Eyðunsson (heldur fram) Rógvi Hvidbro (heldur fram)
Árið fyri framman
Við 2026 sum einum týðandi valári, er nevndin longu farin í gongd við fyrireikingarnar. Málið er greitt: HUXA skal vera ein sjónlig og sterk rødd fyri borgarlig og konservativ virði. Felagið fer at leggja stóran dent á at virka sum ein týðandi partur av politiska kjakinum, har bæði hugsjónir og ítøkiligir politikkur fara at vera á skránni.
Nevndin er til reiðar at taka sín part av arbeiðinum, so HUXA eisini í framtíðini verður fremsta politiska boðið hjá ungdóminum í Føroyum.
Vit takka limunum fyri ein aktivan aðalfund, gott prát og góðan stuðul, og vilja ynskja øllum eitt gott 2026.
Vh
Nevndin í Huxa












