Eitt fabrikerað heilagt kríggj

Retorikkurin seinnu tíðina um eitt "islamskt forboð" er ein óerlig rebranding av søguni hjá bæði kristindóminum og Islam. Hesin eldurin varð kveiktur av Sjúrði Skaale og brennur nú víðari við hjálp frá Fólkaflokkinum og leiðsluni í Miðflokkinum. Teirra krav um, at ein ávísur átrúnaður skal standa "fyrst og fremst", leggur upp til eitt hierarki av rættindum, ið hóttir sjálvan grundvøllin undir okkara fólkaræði. Teir stríðast fyri religiøsum yvirræði — einum politiskum leisti, ið vil seta okkara demokratisku virði og lógir til síðis fyri einari snævurskygdari, teokratiskari dagsskrá.

 

Stolin heiður

 

Føroyskir kristnir nationalistar pástanda ofta, at stabiliteturin og vælferðin í Føroyum eru úrslit av "kristnum virðum". Hetta er ein søgulig misskiljing. Vælferðarskipanin var ikki eitt uppskot frá prædikantstólum, men eitt úrslit av arbeiðararørsluni og norðurlendskum sosialdemokratiskum politikki.

 

Religiøsir bólkar hava søguliga verið tann størsta mótstøðan móti javnstøðu. Tá føroyskar kvinnur í 1907 fingu rætt at atkvøða í fólkaatkvøðuni um rúsdrekkabann, var tað, tí religiøsu bólkarnir sóu tær sum sameindar í stríðnum móti "alkohol-djevulinum". Men stríðið fyri veruligum politiskum valrætti í 1916 var eitt sekulert humanistiskt stríð. Vit sóu tað sama í 2016, tá kirkjan og Miðflokkurin vóru høvuðsmótstøðan móti samkyntum hjúnarbandi og aftur í 2025 tá tað snúi seg um fosturtøku. Tað er sekularisman, ikki kirkjan, ið tryggjar verjuna, sum loyvir fólki við øllum átrúnaðum — og ongum átrúnaði — at liva saman í friði.

 

Hyklaríið um "innrásina"

 

Argumentið móti "fremmandari" átrúnaðarligari ávirkan er merkt av einum risastórum hyklaríi. Ideologiski basin hjá fleiri av hesum politikarum — Brøðrasamkoman — var einaferð júst tað: ein fremmand innrás. Tá William Gibson Sloan kom úr Hetlandi í 1865, varð hann sæddur sum ein radikalur "fremmandur ið gjørdi innrás". Stovnanir av hansara mentanararvi eru bert til í dag, tí teir vórðu vardir av somu sekuleru frælsum — samkomufrælsi og trúarfrælsi — sum teir nú royna at nokta øðrum.

 

At kalla eitt meditatiónshús fyri 23 fólk (tøl frá 2011) fyri eina "innrás", meðan ein sjálvur hoyrir til eina rørslu stovnað av einum hetlendingi, er hæddin av intellektuellari óerligheit. Við hesum logikkinum áttu øll føroysk kristin sjómansheim, stovnaði uttanlands av kristnum føroyingum við einum ideologiskum máli, eisini verið sæð sum ein hóttan.

 

Tey órímiligu krøvini vit nú vilja seta ímóti muslimum eru púra grundarleys. Frá teokratunum er tað bert ynski um yvirræði. Frá Sjúrða Skaale er tað høpisleysar ræðusøgur, subjektivar anekdotur og sneytan í facebook vangum hjá nevndarlimum sum byggja undir hansara ynski um at seta diskriminerandi tiltøk í verk.

 

Tann veruliga teokratiska hóttanin

 

Ræðumyndirnar um "Sharia-lóg" og "svenskan banda-kriminalitet" hava til endamáls at kveikja ótta. Svøríki hevur risastórar sosiolgiskar avbjóðingar vegna fátækradømi og rúsevniskríggj — faktorar, ið onki hava við 23 fólk í Tórshavn at gera.

 

Meðan Sjúrður Skaale rópar hart um eitt bønarrúm, er tann veruliga teokratiska hóttanin longu her: Hon er í teimum stats-stuðlaðu skúlunum, ið undirvísa í vísindum sum "meiningum", og í teimum politisku skrivstovunum, ið sjúklingagera okkara samkyndu og trans-borgarar. Tey brúka skitnar taktikkir til at sabotera mentanartiltøk við hjálp av sosialari kontroll meðan tann tolsami kristindómurin verður hildin sum gíðsil. Hetta eru ikki teoretiskir vandar; hetta er veruleikin í Føroyum í dag.

 

Svikini hjá einum Javnaðarmanni

 

Her mugu vit steðga á og hyggja at Sjúrða Skaale. Sjúrður er fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin. Ein javnaðarmaður eigur at verja minnilutar móti yvirræðinum hjá meirilutanum. Men Sjúrður brúkar nú kristindómin og ta populistisku undirtøkuna frá meirilutanum til at diskriminera móti einum pinkulítlum minniluta.

 

Hetta er ein "Minority Report" hugsanarháttur — at revsa fólk frammanundan fyri brot, tey KANSKA fara at fremja um 20 ár. Hetta hoyrir heima í einum politistati, ikki í einum fríum fólkaræði.

 

Brádliga sigur Sjúrður seg vilja "verja" kvinnur og LGBT-persónar. Hvar var hesin brennandi áhugin hjá honum tey mongu árini, tá hesir bólkar vórðu dehumaniseraðir av føroyskum teokratum? Nú, tá hann kann brúka hesi fólkini sum eitt moralskt skjøldur móti muslimum, er hann brádliga teirra forkempari. Hann verjir ikki hesar bólkar; hann verjir rættin hjá meirilutanum at diktera, hvør er "føroyingur nokk" til at savnast.

 

Kostnaðurin av ótolsemi

 

Umframt alt annað, finnist ein dapur veruleiki: Staturin fer sannlíkt at skula brúka risastórar mongdir av resursum bert fyri at verja 23 friðarligar borgarar móti hatursfullum “kristnum". Vit rinda í veruleikanum ein "ótolsemis-skatt" fyri tann eldin, sum Sjúrður og hansara líkar hava kynt. Um okkara samfelag er so "kristið" og stabilt, hví skal tað tá kosta skattagjaldaranum at tryggja, at ein minniluti ikki verður álopin?

 

Ein áheitan á kristna meirilutan

 

Vanligi føroyingurin, ið kallar seg kristnan, má gera upp við seg sjálvan, um hann kennir seg væl við, at hesar harðligu røddirnar tala fyri seg. Eg veit, at nógvir kristnir føroyingar ikki halda við hesum hatrinum. Men tann sera stilli meirilutin gevur hinum ekstremu eina makt, teir ikki áttu at haft. Tað eru eisini tykkara egnu børn og barnabørn, ið koma at læra, hvat "kristin virði" veruliga merkja, tá tey verða brúkt sum vápn móti næstanum.

 

At standa til svars

 

Eg haldi eg tosi fyri tey flestu, tá eg sigi, at vit eru ikki áhugaði í at luttaka í hesum fabrikeraða heilaga kríggi. Faktist eru vit beinleiðis ímóti tí. Tað er tíð uppá at Sjúrður Skaale hansara líkar gevast at háða tær kritisku røddirnar og ístaðin svara fyri hesum hatursfulla retorikkinum teir hava sett í gongd. Halda tit tað er forsvarligt at leggja upp til heilagt kríggj við brúk av fordømandi, óttafullum retorikki? Hava vit trúarfrælsi ella ei? Representera tit øll føroya fólk, ella bert tey “røttu” kristnu? Var tað eitt hugskot at leggja upp til meiri forstáilsi millum manna enn at eggja til meira ótta? Sosiologiskar kanningar vátta at útihýsan av minnilutum, noktan av basalum rættindum, sum rættin til forsamling og noktan av trúarfrælsi og generell diskriminatión, er stórsta orsøkin til radikalisering. Vit kenna konsekvensirnir av hesum “trygdarparadoksinum” - gera okkara politikarar tað?