Arbeiðsgevarafelagið fyri Fíggjarstovnar í Føroyum havt aðalfund, og nevndin heldur fram óbroytt. Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum í Føroyum, AFF, hevði í farnu viku aðalfund. Á fundinum stóð Niels Christian Nolsøe fyri afturvali, og varð hann afturvaldur. Í nevndini sita sostatt Marner Jacobsen, Gunnar í Liða, Janus Petersen og Niels Christian Nolsøe.
Nevndin hevur skipað seg við Marner Jacobsen sum formanni og Gunnar í Liða sum næstformanni, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni.
Limir í AFF eru Eik Banki, Elektron, Føroya Banki, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Føroya Lívstrygging, Trygd og Tryggingarfelagið Føroyar.