"Affeksjonsverdi" úr Noregi

Filmurin vann gull í Cannes, setti norskt met við nýggju tilnevningum til Oscarhandanina í ár og vann virðislønina sum besti altjóða filmur

Tíðindaskriv frá Filmsfelagnum: 

 

Higartil hava vit víst allar filmarnar hjá norska meistaranum, Joachim Trier (f.1974). Hesin nýggjasti, vit nú vísa, vann gull í Cannes, setti norskt met við nýggju tilnevningum til Oscarhandanina í ár og vann virðislønina sum besti altjóða filmur. Filmurin hevur norska heitið Affeksjonsverdi og altjóða heitið Sentimental Value.

 

Vit fylgja systrunum, Nora (Renate Reinsve) og Agnes (Inga Ibsdotter Lilleaas), ið møta pápanum Gustav (Stellan Skarsgård), sum fyrr var víðagitin leikstjóri, ið nú droymir um at gera vart við seg aftur.

 

Hann bjóðar Noru høvuðsleiklutin í nýggja filminum, men hon ivast, og tí fer tilboðið um høvuðsleiklutin til eina unga Hollywoodstjørnu (Elle Fanning).

 

Og so er, við teim bestu leikaraavrikunum, sett gongd á filmiska kjakið í familjuni.

 

Joachim Trier stílar fyri við eini tølandi hond, sum er heit og skemtiliga nærverandi, tí vælskrivaða søgan setir sær eisini fyri at dystast við stórar spurningar sum ambitiónir, kærleika og fyrigeving. Og sum í hinum undanfarnu filmunum er norski høvuðsstaðurin, Oslo, mest sum ein leikari í sjálvum sær.

 

##med2##

 

Norski filmurin verður sýndur við donskum undirteksti. Dagin eftir, hósdagin 23. apríl, verður hann frumsýndur í Danmark.

 

Filmsfelagið varð stovnað í Havnar Bio í 1962, har almennu sýningarnar hjá felagnum eru hvørt mikukvøld. Í dag er Havnar Bio seinasti og einasti biografur í landinum. Vísir tú atgongumerkið frá Filmsfelagnum, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt, double up, í Paname á Vaglinum.

 

22/4 kl 20:00 Sentimental Value (Affeksjonsverdi Joachim Trier Noreg 2025 133 min.)