Sámal Ravnsfjall og Benjamin Petersen fara at hava konsert á Summar Festivalinum í ár.
- Hvør sær eru teir kendir sum solistar og partur av bólkum. Nú hava teir funnið saman í samstarv, har teir spæla blues, country og eisini onkrar sangir hjá Jóan Jakku Guttesen, sála.
Soleiðis verður sagt í tíðindaskrivi hjá Summar Festivalinum í kvøld.
Sangirnir eru bæði av amerikansku víddunum og úr føroyska bygdalagnum.
- Teir spæla tøkuløg hjá útlagnum hetjum og mýriblúsarum og sangir, ið teir sjálvir hava skrivað, verður lagt aftrat.
Her verður góður møguleiki at fara í vestin, lata seg í kovboyhattin og uppliva konsertina hjá Sámali & Benjamin.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum, 6.-8. august.











