VIDEO: Hoyr Paula Høj og liðfelagarnar seta orð á søguligu uppflytingina

(Video) Her er tað sum bleiv sagt aftaná Bergsøy hevði tryggjað sær pláss í bestu norsku hondbóltsdeildini

Skíggjamynd: Sportsheim

Pauli Høj og liðfelagarnir í Bergsøy skrivaðu søgu farna sunnudag. Fyri fyrstu ferð skal Bergsøy royna seg í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Í REM Arena høllini í Fosnavåg tryggjaði Bergsøy sær uppflytingina til bestu deildina við at vinna ein knúsandi 44-26 stórsigur á Kragerøy. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-10.

 

Pauli fekk tríggjar málmøguleikar og hann setti allar í netið. Millum áskoðararnar vóru foreldrini og systkin, ið vóru komin til Fosnavåg at stuðla. 

 

Bergsøy vann deildina við 46 stigum. Bara eitt stig frammanfyri Viking TIF.

 

Aftaná søguliga avrikið prátaði Youtube-rásin, Sportsheim við fleiri leikarar hjá Bergsøy. Við 9:36 minuttir ber til at hoyra tað sum Pauli segði við Sportsheim:

 

##med2##

 

Skíggjamynd: Sportsheim