Aftonbladet: Elias og Óli eru tvey talent sum aldrin koma til eitt endaspæl

Svenska Aftonbladet hevur valt tveir føroyingar til at vera millum 12 tey størstu hondbóltstalentini í heiminum

Systkinabørnini eru millum 12 tey størstu hondbóltstalentini í heiminum, men vera helst aldrin at síggja í einum endaspæli, sambært Aftonbladet

Stóra svenska blaðið, Aftonbladet sum minnir um BT í Danmark ger fitt burturúr hondbólti nú HM í manshondbólti er í Svøríki og Pólandi í hesum døgum.

 

Johan Flinck hjá Aftonbladet hevur valt 12 tey størstu hondbóltstalentini í heiminum, og teirra millum eru systkinabørnini, Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún.

 

Johan Flinck heldur Elias vera tað fjórðstørsta hondbóltstalentið í heiminum. Um Elias skrivar hann: - Tann spetakuleri miðníggjarin sum domineraði bestu deildina í Svøríki í fjør, men sum vit kanska tíverri ongantíð sleppa at síggja í einum endaspæli, tí hann er føroyingur. Er klárur at fara til Kiel í summar. 

 

Johan Flinck hevur sostatt lítlar vónir um, at føroyska landsliðið nakrantíð fer at vinna seg í eitt EM-endaspæl ella HM-endaspæl.

 

Johan Flinck heldur Óla vera 12. størsta hondbóltstalentið í heiminum: Um Óla skrivar hann: - Er systkinabarn og eitt kopi av Elias á Skipagøtu. Skoraði heili 80 mál í sjey dystum í U18-EM endaspælinum farna summar. Er hóast hetta ikki bara ein málmaskina, men eisini ein dugnaligur spælskipari. Var valdur til MVP undir U18-EM, og hevur longu "litað" bestu svensku deildina. 

 

Bara framtíðin fer at vísa um Johan Flinck fær rætt í metingini um, at okkara menn aldrin fara at røkka einum endaspæli.

 

Hetta eru 12 tey størstu hondbóltstalentini í heiminum, sambært Johan Flinck:

 

1. Francisco ”Kiko” Costa, 20, Portugal, (Sporting)

 

2. Stefan Dodic, 19, Serbia, (Zagreb)

 

3. Thomas Arnoldsen, 20, Danmark, (Skanderborg/Århus)

 

4. Elias Ellefsen á Skipagøtu, 20, Føroyar, (Sävehof)

 

5. Mitja Janc, 19, Slovenia, (Celje)

 

6. Mohab Abdelhak, 20, Egyptaland, (Al Ahli)

 

7. Martim Costa, 20, Portugal,(Sporting).

 

8. Zoran Ilic, 20, Ungarn, (Veszprem)

 

9. Elliot Stenmalm, 20, Svøríki, (Kielce)

 

10. Dominik Kuzmanovic, 20, Kroatia, (Nexe)

 

11. Javier Rodriguez, 20, Spania, (La Rioja)

 

12. Óli Mittún, 17, Føroyar, (Sävehof)

 

 

 

 

 

 

 

Systkinabørnini eru millum 12 tey størstu hondbóltstalentini í heiminum, men vera helst aldrin at síggja í einum endaspæli, sambært Aftonbladet