Ólavsøkan er Føroya størsta hátíðarhald, men samstundis er ólavsøkan eisini at rokna sum politiski nýggjársdagurin, sum skrivað stóð í ólavsøkublaði Miðlahúsins fyrr í vikuni, tí løgtingssetan byrjar ólavsøkudag.
Tá skal løgmaður sambært lógini vera til arbeiðis, og fremsti setningur hansara henda dagin er at halda ólavsøkurøðuna. Tað er lógarfest, hvat ólavsøkurøðan skal snúgva seg um. Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, skal sunnudagin 29. juli klokkan 13 greiða frá gongdini í samfelagnum seinasta árið, og so skal hann eisini gera greitt, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur fram til ólavsøku 2013.
Ársins ólavsøkurøða er tann fjórða, Kaj Leo Holm Johannesen heldur, samstundis sum tað er tann fyrsta av slagnum, síðani nýggj samgonga varð skipað 14. november í fjør. Løgmaður ynskir ikki at koma inn á staklutir í røðuni, men við Dimmalætting í farnu viku segði løgmaður so mikið sum, at hann fór at royna at vera savnandi.
- Vit hava verið ígjøgnum eitt øgiliga hart tíðarskeið hesi fýra árini vit hava sitið, helst tað ringasta tíðarskeiðið nakrantíð, og vit hava tikið nógvar ópopulerar avgerðir. Tí fari eg í hesi røðuni at leggja dent á at vera savnandi og fáa allar politiskar flokkar við í arbeiðið hesi góðu trý árini, sum eru eftir av hesum valskeiðinum, sigur Kaj Leo Johannesen.
Røða í tveimum pørtum
Ólavsøkurøðan er í tveimum. Annar parturin er røðan, løgmaður heldur í løgtinginum ólavsøkudag. Hin parturin er drúgva hagtalstilfarið, sum í stóran mun er grundarlagið undir røðuni. Tað verið seg hagtøl um búskap, arbeiðsloysi, fólkatal og so framvegis.
Fyri seks árum síðani greiddi táverandi løgmaður, Jóannes Eidesgaard, soleiðis frá um ólavsøkurøðuna.
- Tað eru nógv fólk um at leggja røðuna til rættis. Fyri tað fyrsta eru tað øll aðalráðini og allir landsstýrismenninir, sum geva sítt íkast til røðuna har tey greiða frá, hvat er hent á teirra málsøkjum hetta farna árið og, hvat fer at henda hetta næsta árið. Fyri tað næsta skal ólavsøkurøðan vera ein lýsing av samfelagnum út frá teimum hagtølum, sum eru til skjals um gongdina. Í triðja lagi skal ein listi fylgja við yvir tey mál, sum landsstýrið ætlar at fremja hetta næsta árið, segði Jóannes Eidesgaard við Sosialin 25. juli í 2006.
Byrja við feriu
Eftir ólavsøku byrjar so ársins størsta politiska kjak í løgtinginum, tá ólavsøkurøða løgmans verður umrødd. Eitt kjak sum eisini plagar at verða vent og viðgjørt í landsins fjølmiðlum. Men so fær tingið aftur frí, og tingarbeiðið verður ikki tikið uppaftur fyrr enn út á heysti.
Í so máta er skipanin kring ólavsøkurøðuna nakað øðrvísi í Føroyum, enn hon er í grannalondum okkara. Har er setanarrøðan hjá forsætisráðharrunum byrjanin upp á tingarbeiði, men tað er tað ikki í sama mun hjá okkum, tá tingið fer í feriu beint aftaná.
--
Í KASSA
Stýrisskipanarlógin
§ 12. Á ólavsøku greiðir løgmaður frá støðu landsins og tí, ið landsstýrið hevur í ætlan at fremja
Stk. 2. Við støði í røðu løgmans tekur tingið innan 6 yrkadagar støðu landsins til umrøðu