Aftur rok í samgonguni

Enn einaferð er rok í samgonguni. Tjóðveldisflokkurin finst í opnum brævi at Fólkaflokkinum fyri at hava partapolitiskt valagn og útjaðringarpolitikk í hásæti. Løgmaður er í øðini og krevur at fáa at vita, um Tjóðveldisflokkurin er sinnaður at samstarva um samgonguskjalið ella ei

 

? Fólkaflokkurin førir flokspolitiskt valstríð.

? Tjóðveldisflokkurin heldur seg bara til fullveldismálið og gloymir allar aðrar avtalur í samgonguskjalinum.

Soleiðis flúgva skuldsetingarnar í løtuni millum teir báðar stóru samgonguflokkarnar, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin.

Tað er enn einferð rok í samgonguni


Partapolitisk útjarðing

Glóðin, sum hevur ligið og ulmað síðani seinasta stóra samgongustríðið fyri einum mánaði síðani, kyndi aftur bál, eftir at Tjóðveldisflokkurin týsdagin sendi fjølmiðlunum eitt bræv við hørðum atfinningum móti Fólkaflokkinum.

Tjóðveldisflokkurin sigur í brævinum, at tað tykist, sum partapolitiskt valagn og útgjaringarpolitikkur er komin í hásætið hjá summum samgongupolitikarum og landsstýrismonnum.

Í brævinum skrivar Tjóðveldisflokkurin millum annað soleiðis:

»Uttan at orð er grett, ella nakað yvirhøvur er kunnað landsstýri ella samgongu, eru ætlanir kunngjørdar í fjølmiðlunum um privatisering av landsjørðini. Undirsjóvartunlar, sum skulu byrja her og nú, uttan at halda seg til langtíðarætlan landsstýrissins. Milliardaupphæddir í íløgum verða umrøddar uttan fyrilit fyri búskapinum frameftir. Kanningarsetningar verða kunngjørdir, sum hava eitt greitt parapolitiskt spæl og sikti í sær. Og nú verður atkvøtt fyri andstøðuuppskotum um at lækka avgjøld, uttan nakra viðgerð í samgongu.«


Mugu halda avtalur

»Hetta ber ikki til. Vit hava ávarað ímóti, at faið verður undir flokspolitiskt valstríð í samgonguni á henda hátt ? tí tað eru so nógv stór og týdningarmikil økir, har samgonguflokkarnir eru hugsjónarliga ósamdir. Og vit hava støðugt víst á, at tað er fullveldisætlanin, ið er grundarlagið fyri tí varna og ábyrgdarfulla búskaparpolitikki, sum er førdur.«

Tjóðveldisflokkurin endar brævið við at mæla til, at útgjaringin støðgar, og at samgonguflokkarnir halda seg til samgonguavtalur og viðgera møguligar ósemjur innanhýsis í samgonguni, áðrenn nakað verður melað út.

? Okkara ábyrgd er at standa við tað, vit hava lovað. Ikki at lova okkum burtur, sigur Tjóðveldisflokkurin í brævinum til Fólkaflokkin.


Mugu gevast at grenja

Formaður Fólkafloksins, Óli Breckmann, hevur vegna flokk sín skrivað Tjóðveldisflokkinum eitt aftursvar, sum hann eisini hevur sent fjølmiðlunum.

Óli Breckmann skrivar millum annað soleiðis:

»Gevst nú at grenja. Fólkaflokkurin brýggjar sær ikki um at verða skuldsettur fyri landasvik, bert tí, at vit føra eitthvørt frísinnað politiskt sjónarmið fram. Vit ætla at halda fast um hesa samgongu minst til 30. apríl 2002.«

Í sambandi við, at Tjóðveldisflokkurin í brævi sínum finst at Fólkaflokkinum fyri at hava stuðla uppskotinum hjá Hendriki Old úr Javnaðarflokkinum um at lækka avgjaldið á bensini, sigur Óli Breckmann soleiðis í aftursvari sínum:

»Tað er jánkasligt av Tjóðveldinum at brúka fullveldismálið til at snúgva sær undan samgonguskjali og gjørdari avtalu um lægri bensinavgjald.«


Hava hildið allar avtalur

Óli Breckmann vísir á, at Fólkaflokkurin higartil einki mál hevur borið í tingið, uttan at tað fyrst er viðgjørt og avtalað í samgonguni. Men Høgni Hoydal trumfaði tvey uppskot inn á ting ímóti boðum løgmans, so samgongan mundi slitnað. Hann vísir eisini á, at Tórbjørn Jacobsen hevur borið trý ikki viðgjørd lógaruppskot í tingið. Eitt um bókasøvn, eitt um fjølmiðlagurnn og eitt um ein hundadýran granskingargrunn og fjøld av granskarum fyri 10 tals milliónur krónur árliga, sum Óli Breckmann málber seg.

Oman á hetta vísir Óli Breckmann á, at Fólkaflokkurin hevur spart pening á fíggjarlógini innan síni málsøki, meðan játtanirnar á málsøkjunum hjá Tjóðveldisflokkinum eru hækkaðar fleiri hundrað milliónir krónur farnu trý árini.


Samgongan í vanda

Hetta brævaskiftið bendir á, at rættuliga stevið í samgonguni er út av lagi vánaligt. Hóast samgongan varð bjargað fyri einum mánaði síðani, gongst alt annað enn væl í innanhýsis samstarvinum.

Løgmaður er í øðini inn á brævið frá Tjóðveldisflokkinum. Hann sigur við Sosialin, at hann enn ikki hevur tosað við Høgna Hoydal, sum er burturstaddur, um støðuna, men at hann ætlar sær at krevja at fáa at vita, hvat Tjóðveldisflokkurin vil við samgongusamstarvinum.

? Eg ætli mær ikki at ringja til Høgna Hoydal. Eg gangi út frá, at hann einaferð ætlar sær at koma aftur, og tá fari eg at krevja at fáa at vita frá honum, hvat hetta er fyri nakað, og um Tjóðveldisflokkurin ætlar sær at halda seg til samgonguskjalið, sigur løgmaður.

Anfinn Kallsberg dugir ikki at siga, um samgongan fer at slitna, ella um hon heldur valskeiðið út.