Frem við Jón Róa Jacobsen á liðnum mátti aftur hetta vikuskiftið leggja rygg til eitt 0-3 tap. Hesaferð á heimavølli ímóti AB, sum er liðið hjá Christian Høgna Jacobsen. Støðan í hálvleikinum var 1-0 til AB. Málskjúttar hjá AB vóru David Boysen, Simon Bræmer og Thomas Asmussen. AB hevur enn góðar møguleikar til at flyta upp í SAS-liguna. Komandi sunnudag tekur AB ímóti Thisted. Frem spælir á útivølli ímóti Roskilde.