Aftur tikið ferðaleiðarar uttan arbeiðsloyvi

Løgreglan hevur aftur tikið útlendskar ferðaleiðarar, sum arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi

Løgreglan handtók og skuldsetti í gjár tveir persónar fyri ólógligt arbeiði í Føroyum innan ferðavinnu. Í báðum førum var talan um útlendingar, sum høvdu okkurt virksemi í Føroyum, sum teir fingu løn fyri. Í báðum førum fingu teir bót, vórðu útvístir og fingu innferðarforboð at koma aftur til Føroyar.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at løgreglan hvønn dag fær einar 12-15 fráboðanir, har fólk senda myndir ella teldupostar, tí tey hava illgruna um onkran útlending, sum arbeiðir ólógliga innan ferðavinnu.

Vaktleiðarin sigur, at hetta fyllir sera nógv hjá løgregluni í hesum døgum.