Russiskt tangaskip álopið av ukrainskum dronum

- Tvey fólk fingu løstir í ukrainska dronuálopinum, sigur guvernørurin í russisku Rostov-regiónini

Russiski forsetin, Vladimir Putin og guvernørurin í Rostov-regiónini, Jurij Sljusar

Eitt russiskt tangaskip í havnarbýnum Taganrog og ein oljugoymsla í býnum Armavir vórðu í nátt álopin av ukrainskum dronum.

 

- Eldur kom í tangaskipið og í havnalagið í Taganrog, men sambært guvernørinum í Rostov-regiónini, Jurij Sljusar, er eingin oljuleki.

 

Jurij Sljusar veit at siga, at tvey fólk fingu løstir í ukrainska dronuálopinum. 

 

Borgarstjórin í býnum, Svetlana Kambulova, sigur, at undantaksstøðan í økinum, sum varð sett í verk hin 27. mai, er longd.

 

Myndugleikarnir í Armavir, har russiska oljugoymslan varð áopin, siga, at eingin hevur fingið løstir, og at støðan við oljugoymsluni er undir eftirliti.

 

 

 

Russiski forsetin, Vladimir Putin og guvernørurin í Rostov-regiónini, Jurij Sljusar