Aftur til samráðingarborðið

Nú klokkan 10 fór løgmaður, Kaj Leo Johannesen, á fund við fakfeløgini.

Tað eru fakfeløgini, sum hava biðið løgmann um fund um pensjónsmálið, tí tey eru ónøgd við ætlanina hjá Fólkaflokkinum at skatta pensjónirnar við inngjald heldur enn útgjald.

Eftir tann fundin halda samráðingarnar fram millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin.

- Tað veða formenninir í teimum fýra flokkunum, sum fara at seta seg saman. Samráðingarnar ganga væl og alt er higartil gingið eftir ætlan, sigur Kaj Leo Johannesen.

Hann fær framvegis einki sagt ítøkiliga um einstøku málini, men miðað verður framvegis ímóti at undirskriva eitt samgonguskjal í dag ella í morgin.