Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding hava fult stigatal í bestu íslendsku hondbóltsdeildini aftaná trý umfør.
Hóskvøldið vann Afturelding í Varmá-høllini í Mosfellsbær ein trivaligan 36-27 sigur á KA Akureyri.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 3:1, 5:4, 8:4, 11:5, 15:8, 18:11, 19:14, 24:16, 28:19, 32:23, 33:24, 36:27.
Sveinur skoraði trý mál fyri Afturelding.
Tíverri er hin føroyingurin hjá Afturelding, Hallur Arason uttanfyri við skaða.
Í kvøld klokkan 19.30 spæla Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali móti Þór Akureyri á útivølli. Valur má klára seg uttan Bjarna í Selvindi komandi seks vikurnar.
Klokkan 20 tekur Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum móti HK á heimavølli. Somu klokkutíð spæla Dánjal Ragnarson og liðfelagarnir í Fram dyst móti Selfossi á útivølli.