Afturkalling av Gestus Focaccia

KD Food ApS afturkallar Gestus Focaccia við kylling & urtum, 235 g við haldføri innan 26.09.2025. Orsøkin er at tað er váði fyri at breyðini - sum eru gjørd hjá einum undirveitara - eru dálkaði av skaðadjórum.

 

Hetta skrivar Heiulsufrøðiliga Starvsstovan.

 

 

 

Hvør er vøran?

 

Gestus Focaccia med Kylling & Urter, 235 g

 

Øll haldføri til og við 26.09.2025

 

EAN-strikukota: 5 701410400866

 

 

 

Hvar er vøran seld?

 

Vøran er seld í føroyskum handlum

 

Virkið, ið afturkallar

 

KD Foods ApS, Værkstedvej 6, 2500 Valby, Danmark

 

Orsøk til afturkalling

 

Tað eru funnin skaðadjór í breyðunum frá einum undirveitara. Hetta kann hava við sær at sjúkuelvandi bakteriur eru í vøruni

 

 

Ráð til borgaran

 

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum sum hava omanfyrinevndu vøru um at beina hana burtur ella lata hana inn aftur haðani hon er keypt.