Dagført kl 23:58: Loftrúmið yvir Aalborg flogvøllinum er latið upp aftur tíðliga nú stutt fyri klokkan 01 danska tíð, eftir at tað varð stongt seint í kvøld orsakað av illgruna um dronuflúgving.
Tað boðaði løgreglan í Norðurjútlandi frá fríggjakvøldið í einum uppslagi á X.
Loftrúmið varð stongt umleið klokkan 23:40 danska tíð vegna illgruna um møguliga dronu í økinum.
/Ritzau/
(Skrivað klokkan 23:20)
Flogvøllurin í Aalborg steingir vegna dronur í luftini
Annað kvøldið á rað er loftrúmið yvir Aalborg floghavn í Danmark stongt. Hesaferð eftir illgruna um dronur í økinum.
Loftrúmið yvir Aalborg flogvøllinum varð stongt seint í kvøld, eftir at illgruni var um dronur í økinum.
Tað upplýsti leiðarin fyri norðurjútsku løgregluna, Christian Tilsted, fyri Ritzau.
Loftrúmið varð stongt umleið klokkan 23:40. Eingin tíðarætlan er fyri, nær loftrúmið letur upp aftur.
Tíðliga í nátt hevur løgreglan enn ikki megnað at staðfest, um talan er um eina dronu.
Hetta er annað kvøldið á rað, at loftrúmið yvir Aalborg floghavn er stongt. Tað sama hendi í gjárkvøldið, eftir at dronur vórðu eygleiðaðar nærhendis flogvøllinum.
/Ritzau/