Aftursvar til ógvisliga andstøðuálitið um KT-heildarskipan til Almannastovuna

Vegna andstøðuna á tingi tekur Jørgen Niclasen, fólkafloksformaður, ógvisliga til orðanna í Dimmalætting, um at eg sum landsstýrismaður hvørki virði løgtingið ella løgtingslógir í samband við ein sáttmála um keyp av eini KT-heildarskipan til Almannastovuna. Hetta sama sigur andstøðumeirilutin við Jørgen Niclasen á odda í álitinum frá Trivnaðarnevndini um sama mál.

Eg vil við hesum fáu orðum gera greitt, at tað sjálvandi ikki er rætt, sum Jørgen fólkafloksformaður, ið eisini er formaður í Trivnaðarnevndini, pástendur.

 

Aftaná at verklagslógin um nýggja KT-skipan á Almannastovuni varð samtykt á vári í fjør, varð beinanvegin farið undir útbjóðingina millum teir veitarar, sum høvdu verið við til eina sonevnda prekvalifikatión.

 

Tað komu 3 tilboð inn, og fingu hesi eina sera gjølla viðgerð. Til viðgerðina tryggjaðu vit okkum eisini ráðgeving frá útlendskari serfrøði á hægsta stigi júst í slíkum KT-sáttmálum. Niðurstøðan av viðgerðini og samráðingunum var, at tað eydnaðist at fáa kostnaðin av verkætlanini niður á 18 mió. kr., men ikki niður undir hetta. Tí havi eg tryggjað mær við einum treytaðum sáttmála, ikki at binda landskassan fyrr enn Løgtingið hevur tikið støðu til, um 3 mió. kr. meira kunnu játtast til verkætlanina, aftrat teim 15, sum Løgtingið frammanundan hevur játtað. At sáttmálin er treytaður, merkir í hesum sambandi, at vit kunnu gera okkum leys av sáttmálanum, tá fyrsta verkætlanarstigið, sum er sjálvur greiningarparturin, er liðugt í august í ár.

 

Í álitinum til verklagslógina frá Trivnaðarnevndini á vári 2007 valdi nevndin ikki at taka undir einari verkætlan fyri 18 mió. kr., sum eg upprunaliga hevði biðið um, av tí at nevndin ikki var sannførd um, at neyðugt var við hesari upphædd til verkætlanina. Men so óviss var nevndin í síni niðurstøðu, at hon segði í álitinum, at um tað ikki eydnaðist mær at fáa ”eina líkinda skipan” fyri tær 15 mió. kr. sum vóru játtaðar, so mátti eg koma aftur í tingið við einum væl grundgivnum broytingaruppskoti.

 

Og tað er júst tað eg havi gjørt.

 

Tí legði eg eitt uppskot til broyting í verklagslógini fyri Løgtingið, so skjótt sum hetta varð møguligt. Og tær útreiðslurnar, sum eru hildnar síðani tann treytaði sáttmálin bleiv undirskrivaður síðsta heyst, eru sjálvsagt allar hildnar væl og virðiliga innan fyri ta fíggjarheimild, sum løgtingið gav mær í fjør. Hetta eru útreiðslur til tann innleiðandi greiningarpartin av verkætlanini - sum undir øllum umstøðum skal gerast, óansæð hvør KT-loysn verður vald.

 

Løgtingið tók í 2005 støðu til, at ein heildarloysn skuldi finnast á KT-viðurskiftunum á Almannastovuni. Eg, Almanna- og heilsumálaráðið og Almannastovan hava málrættað arbeitt út frá hesum, og gjørt tær neyðugu fyrireikingarnar og útboðið. Og eg tori at siga, at hendan KT-verkætlan er – í øllum lutum – so væl, so gjølliga og so professionelt fyrireikað sum yvirhøvur til ber, og sum vit neyvan áður hava sæð í Føroyum.

 

Tað er í hesum sambandi serstakliga hugaligt og gleðiligt, at tað er ein føroyskur kt-veitari, sum í kapping við aðrar hevur fingið litið upp í hendur at loysa hesa megnar uppgávuna, og vónandi eisini fær høvi til at fullføra hana.