AGF vann umdystin

Fóltbóltur: Liðið hjá Óla Johannesen vann eisini umdystin ímóti Esbjerg, sum bleiv leiktur hóskvøldið.

Nógv umrøddi umdysturin millum AGF og Esbjerg í Superligaiini bleiv leiktur á Árhus Stadion hóskvøldið. Heldur ikki hesaferð var Óli Johannesen við á liðnum AGF, sum vann dystin 1-0. Eins og í kolldømda dystinum millum liðini í heyst, var tað íslendingurin Tómas Ingi Tómasson, sum skeyt málið fyri liðið úr Árhus. Málið kom longu, tá ið tveir minuttir vóru leiktir av dystinum, tá ið íslendingurin kom at standa púra leysur (fleiri vildu vera við, at hann var rangstaddur) framman fyri málinum hjá Esbjerg, og hann ivaðist ikki, men smekkaði bóltin í málið.

Tað var annars Esbjerg, sum kanska hevði tað mesta spælið, men liðið fekk ikki spælt seg til nakrar serligar málmøguleikar, og AGF fekk harvið øll trý stigini, og hetta merkir, at liðið hjá Óla Johannesen nú kom upp um niðurflytingarstrikuna, meðan Esbjerg fór niðurum.