Agger til Real Madrid

Tað ljóðar nú í sponskum miðlum, at venjarin hjá Real Madrid, Bernd Schuster, ætlar sær at keypa danska Daniel Agger úr Liverpool, har danin seinastu tíðina hevur sitið nógv á beinkinum. Um talan bert er um taktiskt spæla í miðlunum, ella um talan er um ítøkiligar ætlanir, er enn ikki greitt, men tað ljóðar í miðlunum, at danin er tann spælarin, sum Schuster vil hava sum avloysara fyri Fabio Cannavaro. Tó verður eisini mett, at týski Per Mertesacker í Werder Bremen er tann spælarin, sum stendur ovastur á ynskilistanum hjá Schuster.