Agnar Joensen: endiliga riggaði hjá okkum

Veteranurin hjá VÌF, Agnar Joensen var ovurfegin, aftaná sannførandi 44-31 sigurin ímóti Kyndli á útivølli,

 

- Endiliga riggar tað, sum vit hava vant. Tað hevur riggað væl undir venjing, men ikki líka væl í dysti, segði ein fegin Agnar Joensen við Hilmar Jan Hansen hjá Rás2 aftaná dystin.

 

Hilmar Jan Hansen fekk eisini orðið á Josef Abrahamsen hjá Kyndli, sum skoraði 12 av teimum 31 málunum hjá Kyndli. Josef Abrahamsen tvíheldur, at øll kunnu vinna á øllum, og at teir enn í ríkiligt mát hava ein møguleika at røkka FM-finalunum.

 

Tað ber til at hoyra samrøðurnar Hilmar Jan Hansen hevði við Agnar Joensen og Josef Abrahamsen undir greinini.