Tað er Sinnisbati sum skipar fyri. Sinnisbati skrivar, at Agnes varð mett langtíðarsjúk við diagnosuni paranoid skitsofreni. Eingin spurdi hana um lívsviðurskiftini hjá henni: hon var bara sjúk. Í fyrilestrinum fer Agnes at greiða frá um sína ferð inn í og út úr líðing, heilivági og psykiatri.
Anders Sørensen, sálarfrøðingur og ph.d í psykiatri, sær, hvussu fleiri sálarlíðingar ofta verða misskiltar í donsku psykiatriini. Hann sigur: “man starir seg ofta blindan á sjúkueyðkenni og diagnosur og sær ikki, hvørji lívsviðurskifti liggja aftanfyri eyðkennini.
Kom við til eitt upplýsandi kvøld, tá persónliga sjónarmiðið møtir granskingini.
Tiltakið verður í Smæruni 10. oktobur kl. 19.00. Øll eru vælkomin
Fá meira innlit í søguna hjá Agnes Marie Frey her
Hoyr um tilgongdina hjá Anders Sørensen til sálarlíðing her
ÁRSINS SÁLARHEILSUVIRÐISLØN 2025
Sinnisbati handar á hvørjum ári eina sálarheilsuvirðisløn í samband við altjóða sálarheilsudagin 10. oktobur. Endamálið við virðislønini er at heiðra ein ella fleiri, sum hava varpað ljós á sálarheilsu í ár. Tað kann eitt nú vera eitt serligt átak ella tiltak. Ella onkur, sum hevur gjørt eitt serliga gott arbeiði fyri at betra um korini hjá fólki við sálarsjúku og avvarðandi teirra og/ella arbeiðir sálarheilsufremjandi og fyribyrgjandi.
Veitst tú um onkran, sum hevur gjørt okkurt serligt fyri sálarheilsu í ár? So kanst tú senda títt uppskot til Sinnisbata. Tað stendur øllum í boði at senda eitt ella fleiri uppskot á sinnisbati@sinnisbati.fo.
Virðislønin verður latin á altjóða sálarheilsudegnum 10. oktobur.