Skilji ikki at fólk ikki tíma hetta arbeiðið

Judith Mohr hevur starvast á Norðfra síðani 2020. Hon kundi ikki hugsað sær annað arbeiði, tí Norðfra er eitt lítið og gott arbeiðspláss, og tey eru stolt av vælkendu fiskavørunum, sum vera framleiddar á virkinum

Áðrenn Judith Mohr byrjaði á Norðfra, hevði hon starvast í 32 ár á skrivstovuni á Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

- Eg vildi royna okkurt annað, eg endaði her, og eri øgiliga glað fyri tað, hetta hevur verið eitt fantastiskt skifti, og mær leingist ikki aftur til hitt.

 

Judith Mohr dámar væl arbeiðsumhvørvið. Fyritøkan er lítil, og tí gerast tey sum ein lítil familja.

 

- Tú blívur góður við fyritøkuna, tað er ein stoltleiki í at arbeiða har, sum hinar góðu frikadellurnar verða framleiddar.

 

##med2##

 

Tað mesta sum verður virkað, er toskur og hýsa. Á Norðfra framleiða tey nógvar liðugvørur, eitt nú, lættsaltað toskaflak, fekst toskaflak, raspað flak, knettir, frikadellir, fiskabollar og hummarar. Fjølbroytta vøruúrvalið merkist eisini á virkinum, tí eingin dagur er líka.

 

Onkrar dagar verður fiskurin reinskorin, aðrar dagar gera tey frikadellur, fiskabollar ella raspað flak.

 

- Tað er skiftandi arbeiði, og tað er gott. Tú stendur ikki ein heilan mánað, átta tímar um dagin og reinsker. Vit reinskera í ein dag, síðani pakka vit, gera frikadellur og annað. Vit eru tvær í einum toymi, oftast gera vit frikadellur í tveir dagar, og síðani koma tvær aðrar næstuferð.

 

Teir dagar eingin fiskur er, verður fiskurin, sum tey hava framleitt ígjøgnum vikuna, pakkaður. Ofta verða frikadellurnar pakkaðar í posar fríggjadagar. Hetta fer út í handlarnar og til privatkundar. Norðfra hevur bil, sum koyrir út til kundarnar.

 

##med3##

 

Eitt skifti fekk Judith Mohr sær annað arbeiði, men tað var skjótt, at henni longdist aftur á Norðfra, og kom aftur.

 

- Mær dámar ordiliga væl arbeiði, tað er kropsligt, men kortini ikki tungt. Tú flytur teg alla tíðina, og mær dámar umhvørvið.

 

Fyrstu ferð Judith Mohr fór til arbeiðis á flakavirki, var á virkinum í Norðdepli. Hetta var, tá hon gekk í framhaldsdeild, og arbeiddi í summarferium.

 

- Eg plagi ofta at hugsa, at eg skilji ikki, at eg ikki havi hildið fram við tí arbeiðinum allatíðina. Sjálvandi hava onnur arbeiði, sum eg havi havt, eisini verið góð, men eg føli, at hetta er tað rætta fyri meg.

 

Hon skilir ikki hugsanarháttin sum fleiri fólk hava um arbeiði á flakavirkum.

 

- Man følir ofta, at fólk hugsa, áh tú arbeiðir bara á flakavirkið.

 

 Arbeiðið á flakavirki er gott og týdningarmikið, og Judith Mohr skilir ikki, at tey ikki eru fleiri sum vilja hava hetta arbeiði.

 

- Eg vil siga, at eg hevði ikki vilja gingið arbeiðsleys, um eg kundi arbeitt á einum flakavirki. Tað hevði eg ikki tímað. Kanska fólk halda, at bara er ísakalt. Men tað er tað ikki, tað er nógv broytt.

 

##med4##

 

25000 frikadellur um dagin

 

Framleiðslan á Norðfra er rúgvusmikil. Fyri nøkrum árum síðani fekk virkið eina nýggja maskinu til frikadellurnar, tí er framleiðslan blivin lættari, og meira kann framleiðast.

 

- Teir dagar, alt gongur væl, hevði man havt hug at hava ein stól har inni. Aðrar dagar er verri, tí onkuntíð er okkurt sum mislukkast.

 

##med5##

 

Ráfiskurin dettur úr ráðfiskarúminum og fer í eina slisku. Høvdið verður skorið av, og fiskurin skorin til flak. Fløkini fara eftir bandi í eina farsmaskinu. Farsið verður vigað, og leykur og pulvur, verður koyrt í. Hvat er í pulvurinum er eitt loyndarmál. Vatn verður eisini koyrt í, og farsið verður rørt, til tað er passaliga tjúkt. Farsið fer í eitt kar og niður í sliskuna, har frikadellurnar verða evnaðar til og stoktar. Tá tær eru liðugt stoktar, fara tær eftir einum bandi inni í bandfrystaran. Frikadellurnar fara eftir bandinum í frystaranum í tveir tímar.

 

Tað tekur umleið tríggjar tímar at virka ráfiskin til frikadellur, og tey klára at framleiða áleið 20000-25000 frikadellur í ein dag. Tí vera frikadellur ikki gjørdar hvønn dag. Øðrvísi var, tá Judith Mohr byrjaði á Norðfra.

 

- Tað er ein stórur munur, tí tá stóðu vit við eini stórari ís skeið og gjørdu eina og eina frikadellu við hond.

 

Tá var neyðugt at gera frikadellur hvønn dag, tí eftirspurningurin hevur altíð verið stórur.   

 

Tá frikadellurnar og knettini eru fryst, verður pakkað, hetta verður ofta gjørt seinnapartar.

 

- Tú stendur ikki og pakkar frikkadellur ein heilan dag. Onkuntíð pakkar tú í posar ella eskjur. Tað er skiftandi, og alt verður pakkað við hond.

 

Møguliga hevði verið lættari um hetta bleiv gjørt við maskinum, men tað hevur sínar fyrimunir at pakka við hond.

 

- Tá vit standa við kassan og koyra frikadellur í posar, práta vit, og loysa allar heimsins trupulleikar.

 

Arbeiðið er tí moderniserað nakað, og er vorðið lættari, men tað mesta líkist sær sjálvum.

 

- Um vit samanlíkna við, tá vit vóru ungar, og arbeiddu á flakavirkinum norður í Sundi, so haldi eg at tað er næstan tað sama. At reinsa eitt flak er, eitt nú, tað sama.

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

Alt verður pakkað við hond