...ella um teir flokkar, ið vanliga siga seg umboða okkara áhugamál, svíkja ta fakfelagsrøslu, ið teir eru sprotnir úr.
Góðu tinglimir, velja tit, rossahandilin hjá løgmanni við Ruth Vang, ið ikki eingongd ein meiriluti í Framsókn virður, ella velja tit ta ábyrgd, ið tit hava fyri tykkara veljarum?
Okkara inniliga áheitan á tykkum tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi er: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.
Fær stríðið ongan enda?
Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Fiskimannafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag










