Airbnb er fimm ferðir so stórt sum Hotel Føroyar

1.354 seingjarpláss eru tøk í Føroyum sambært heimasíðuni hjá Airbnb.

Um tú kundi hugsað tær at leiga eitt kamar, eina íbúð ella eitt heilt hús á páskum komandi ár, so er eitt stórt úrval á Airbnb. Ikki færri enn 305 veitarar eru tøkir og hava tilsamans 1354 seingjarpláss. Um tú ikki hevur tíð at bíða til tá, men vil sleppa avstað longu í kvøld, so eru 208 veitarar tøkir til tín at leiga frá.

 

Úrvalið er stórt, her eru bæði einkultar sengur í einarúmum, smáar íbúðir og heil hús til leigu, og prísirnir eru ymiskir alt eftir hvar í landinum talan er um og hvørjir hentleikar eru í íbúðini.

 

1.354 seingjarpláss er ikki einki. Tað er meiri enn fimm ferðir so nógv seingjarpláss, sum Hotel Føroyar hevur í dag.

 

Týsdagin almannakunngjørdi Visit Faroe Islands úrslitini av eini spurnarkanning, sum Gallup Føroyar hevði gjørt millum útlendsk ferðafólk í Føroyum.

 

Kanningin vísti, at fleiri ferðafólk búgva á Airbnb-bústøðum enn á føroysku gistingarhúsunum.

 

Gallup hevur spurt 483 ferðafólk, sum vitjaðu í Føroyum millum 22. juli og 22. august, um ymisk viðurskifti viðvíkjandi ferð teirra í Føroyum.

 

Spurnarumfarið vísir, at 38,9 prosent av teimum spurdu siga, at tey hava bóka sær býli umvegis Airbnb, meðan 32,5 prosent gistu á gistingarhúsi.

 

Sambært Hagstovuni vóru 17.578 gistingar á føroysku gistingarhúsunum í juni í ár. Okkurt bendir tí á, at AirBnb hevur yvir 20.000 gistingar um mánaðin í Føroyum í háárstíð.

 

Les meiri um leiklutin hjá Airbnb í føroysku ferðavinnuni í temanum í Vikuskiftissosialinum. Hann er nú til sølu í sølubúðunum kring landið.