Ajax vann og Ydun leikti javnt

Marianna Geirsdóttir Eystberg var næstbesti málskjúttin hjá Ydun

Marianna Geirsdóttir Eystberg skoraði fimm mál fyri Ydun (Savnsmynd)

Tvey føroyingalið í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum vóru í leiki í dag.

 

Lív Zachariasen, Elsa Egholm og liðfelagarnir í Ajax vunnu á heimavølli stórsigur 37-26 (19-11) á Sæby í høllini í Bavnehøj. Lív og Elsa skutu eitt mál hvør.

 

Ajax er næstfremst í deildini við átta stigum fyri fimm dystir. Holstebro er fremst við 12 stigum fyri seks dystir.

 

Marianna Geirsdóttir Eystberg, Brynhild Pálsdóttir og liðfelagarnir í Ydun leiktu á útivølli javnt 27-27 móti SIK Viborg. Heimaliðið var á odda 14-12 í steðginum. 

 

Marianna var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Ydun.

 

Talan er um fyrsta stigið Ydun vinnur hetta kappingarárið. Tær eru næstaftast í deildini. Sæby er aftast við ongum stigi. 

 

Marianna Geirsdóttir Eystberg skoraði fimm mál fyri Ydun (Savnsmynd)