Leygardagin var "Nord-derby", tann stóri klassikarin og grannauppgerðin millum Flensburg-Handewitt og THW Kiel í Flens Arena høllini í Flensburg.
Kiel var á odda 19-16 í steðginum, men í seinna hálvleiki kom stígur í hjá kielarunum. Flensburg kom framum við seks málum, 36-30 áðrenn Kiel gjørdi ein lítlan endaspurt, og fekk minkað um leiðsluna til 36-34, men nærri komu teir ikki.
Elias skoraði sjey mál upp á 12 málroyndir, men hann legði eisini upp til seks mál, og hevði sostatt 13 málstig í dag. Elias var saman við Lukas Zerbe og Eric Johansson toppskjútti hjá Kiel.
Talan var um fyrsta tapið hjá Kiel í hesum kappingarárinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Flensburg/Handewitt-THW Kiel 36-34 (16-19). Elias sæst skjóta eitt mál, leggja upp til trý mál, og í onkrari miseydnaðari álopsroynd í dystinum:
##med2##