Áki skoraði tey fyrstu evropeisku málini hjá Mjällby

Áki D. Samuelsen skoraði tvey av trimum málum í 3-0 heimasigrinum hjá Mjällby

Áki D. Samuelsen bleiv í kvøld søguligur málskjútti, tá Mjällby á Strandvallen í Hällevik spældi fyrsta evropeiska dystin nakrantíð.

 

Tað eydnaðist Mjällby at fáa eitt gott útgangsstøðið móti Lincoln Red Imps við 3-0 sigri. Áki syrgdi fyri fyrsta og øðrum málunum, ið eru fyrstu málini hjá Mjällby í evropeiskum dysti. 

 

Jacob Bergström syrgdi fyri triðja málinum. Tað vóru bert leiktir 31 minuttir av dystinum tá. 

 

Áki skoraði fyrra málið í 18. minutti við einum góðum og væl plasseraðum skoti úr 14-15 metrum. Seks minuttir seinni spældi Jesper Gustavsson Áka leysan, ið einsamallur við málverjanum ikki sveik álitið. 

 

Tíverri brendi Áki í 66. minutti eitt brotsspark, ið kundi havt tryggjað Mjällby eina 4-0 leiðslu, og Áka eitt hattrick í fyrsta evropeiska dystinum hjá Mjällby. 

 

Tíverri fekk Martin Agnarsson ikki spælitíð fyri Mjällby á hesum sinni. 

 

Returdysturin verður leiktur komandi týsdag klokkan 17 niðri í øllum hitanum í Gibraltar.