Ortega: Ongi val verða aftur í Nicaragua

Forsetin í Nicaragua, Daniel Ortega, sigur nú, at landið ikki fer at halda fleiri val.

Tað segði 80 ára gamli forsetin í einari røðu sunnukvøldið, sambært Reuters.

 

– Ongi val verða longur hildin, har tey kunnu royna at taka stjórnina og valdið frá okkum, segði Ortega og sipaði til andstøðuna.

 

Røðan varð hildin í sambandi við minningardagin fyri sandinistisku kollveltingina í 1979, tá Ortega var við til at velta USA-stuðlaðu stjórnina hjá Anastasio Somoza.

 

Sambært Ortega eru dagarnir farnir, tá flokkar, sum hann sigur verða stuðlaðir av USA, kunnu koma til valdið.

 

– Ongantíð aftur, segði hann.

 

Útmeldingin hevur fingið hvassar atfinningar úr USA.

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, sigur í einari fráboðan týsdag, at orðini hjá Ortega vísa, hvat slag av stýri Nicaragua hevur.

 

– Útmeldingin hjá Daniel Ortega um, at eingi val nakrantíð aftur verða hildin undir einaræðinum hjá familju hansara, avdúkar teirra veruliga autoritera lyndi, sigur Marco Rubio.

 

Daniel Ortega hevur sitið sum forseti síðani 2007. Hann og kona hansara, Rosario Murillo, sum eisini er varaforseti, hava í fleiri ár verið skuldsett fyri at kúga politiska andstøðu og avmarka demokratisk rættindi í landinum.