Tíðindaskriv:
Aksel Remmel hevur júst givið út sítt fyrsta staklag, sum eitur Come with me tonight. Sangurin er produseraður og mixaður av Harald Fonsdal Johannesen við mastering av Hans Poulsen. Lagið snýr seg um kensluna, tá man hevur møtt onkrum heilt serligum og ikki klárar at steðga at hugsa um viðkomandi.
Nógv kenna Aksel Remmel sum klassiskan pianist. Ikki øll vita, at hann alt lívið hevur havt stóran áhuga fyri at lurta eftir og spæla øll møgulig sløg av tónleiki. Síðan hann fór í holt at spæla við dansibólkim Velour fyri skjótt tveimum árum síðani, er gleðin við rútmiskum tónleiki blivin uppaftur størri, og hevur givið honum íblástur at skriva sítt egna tilfar.
Til sangin hevur Aksel fingið íblástur frá nógvum ymiskum tónleiki, m.a. Earth, Wind and Fire, Bruno Mars, Lukas Graham og ymiskum jazz tónleiki. Blásararnir spæla ein stóran leiklut við einari framúr saksofon solo móti endanum hjá Hans Petur í Brekkunum.
Tónleikararnir eru Ari Johannesen (gittari), Bergur Fonsdal Johannesen (bass), Harald Fonsdal Johannesen (trummur), Aksel Remmel (keyboard), Ernst Remmel (trompet), Hans Petur í Brekkunum (saksofon) og Borgfríð Fonsdal Johannesen (kór).
Leinkja til lagið: Come With Me Tonight - song and lyrics by Aksel Remmel | Spotify