Aksel verður fíggjarmálaráðharri og John í Heilsumálaráðið

Tá Jóannes Eidesgaard í kvøld leggur frá sær sum fíggjarmálaráðharri, verður tað Aksel V. Johannesen, sum tekur við sessinum. Alt bendir á, at Javnaðarflokkrin fer at gera eina umrokering í landsstýrinum, nú Jóannes Eidesgaard leggur frá sær sum fíggjarmálaráðharri.

Aksel V. Johannesen flytir úr Heilsumálaráðnum út í Fíggjarmálaráðið, og John Johannessen verður landsstýrismaður í heilsumálum. John Johannesen, sum er 31 ára gamal, hevur ikki verið landsstýrismaður fyrr. Hann varð valdur á ting í 2004 og í 2008.

Aksel V. Johannesen er 38 ára gamal. Hann er ikki valdur á ting, men stillaði fyri fyrstu ferð upp til valið í 2008 og hevði fleiri ferðir sæti á tingi sum eykamaður, áðrenn hann gjørdist landsstýrismaður.

Tað at Javnaðarflokkurin letur Akseli V. Johannesen Fíggjarmálaráðið, bendir á, at hann verður nýggjur formaður í Javnaðarflokkinum, tá Jóannes Eidesgaard leggur frá sær seinni í vár.