Al-Qaeda gav boðini um morðið á Benazir Bhutto

Tað sigur leiðarin í asiatisku deildini hjá al-Qaeda, Mustafa Abu al-Yazid, sum eisini er talsmaður hjá yvirgangsfelagsskapinum

 

 

-Vit gjørdu enda á tí týdningarmesta amerikanska leigusveininum, sum hevði svorið at fara í hernað ímóti tí heilaga stríðnum. Hetta var ein stórur sigur fyri okkum, sigur Mustafa Abu al-Yazid í telefonsamrøðu við blaðið Asia Times.

 

Talsmaðurin, sum eisini er ovasti fyri asiatisku deildini hjá al-Qaeda, sigur við Asia Times, at tað vóru limir í einum felagsskapi í Punjab, og sum virkar sum deild hjá al-Qaeda, sum myrdu Benazir Bhutto í gjár.

 

-Hetta er okkara størsti sigur á teimum, sum eru í parti við Vesturheiminum, sigur Yazid við Asia Times. Blaðið sigur seg hava fingið ábendingar um, at morðið í gjár var tann fyrsti liðurin í einari ætlan, sum hevur til endamáls at beina fyri teimum í Pakistan, sum fjeppast uppi í amerikanarunum. Ein á listanum sigst vera Pervez Musharaf, forseti, skrivar Asia Times.

 

 

Altjóða fordøming

 

Úr øllum ættum bleiv morðið á Benazir Bhutto hvassliga fordømt, og leiðarar um allan heim heittu á pakistanska fólkið um ikki at leypa framav.

 

-USA fordømir hvassliga hesa níðingsgerð, sum vísir, at tað eru víðgongdar kreftir í Pakistan, sum royna at forkoma landsins demokratii, segði George W. Bush, forseti, millum annað í sínari viðmerking.

 

-Vit fordøma hesa yvirgangsgerð við okkara hvassastu orðum, og vit hava samkenslu við teimum, ið mist hava, segði talsmaðurin hjá russiska uttanríkisráðnum, Mikhail Kamjnin.

 

Franski uttanríkisráðharrin, Bernard Kouchner, segði seg eisini hava samkenslu við teimum avvarðandi.

 

-Vit fordøma hesa yvirgangsatsókn, og vit minnast frú Bhutto sum ein stóran einstakling í pakistonskum politikki, segði franski uttanríkisráðharrin. Danski starvsbróðir hansara, Per Stig Møller, fordømdi eisini morðið og segði tað vera eina hóttan ímóti friðinum.

 

 

Val sum ætlað

 

Eygleiðarar høvdu væntað, at morðið á Benazir Bhutto fór at fáa Pervez Musharaf, forseta at útseta ella avlýsa tjóðartingsvalið tann 8. januar, men í morgun varð kunngjørt, at valið verður sum ætlað.

 

-Valið verður tann 8. januar sum fyrr fráboðað, segði virkandi forsætisráðharrin, Mohammadmian Soomro, við fjølmiðlarnar í morgun.

 

Andstøðupolitikarin Nawaz Sharif segði í gjár, at hansara flokkur fer at boykotta valið, men eygleiðarar ivast í, um flokkurin kortini fer at gera tað. Teir vísa á, at Sharif hevur svorið at halda fram við stríðnum hjá Benazir Bhutto fyri demokratii og semju, og at hann tí illa kann boykotta valið.