Tveir mans arbeiða á alistøðini hjá Fiskaaling í Hesti. Teir ala lívfisk, sum strokin verður norðuri við Áir. Talan er um bæði laks og síl.
Av øðrum arbeiðsplássum er lítið til í Hesti. Onkur rør út. Annars fara fólk av oynni til arbeiðis, siga hestfólk.
Alistøðin hjá Partafelagnum Fiskaaling í Hesti er onnur av tveimum lívfiskastøðum, felagið hevur, sigur Símun Joensen, stjóri á Fiskaaling. Hin støðin, sum er høvuðsstøðin, er lívfiskastøðin í Skopun. Støðin í Hesti er líkasum ein trygd, um okkurt skuldi borist á í Skopun. Klók høna verpur ikki øll eggini í sama reiður, sum sagt verður.
Alistøðin øi Hesti er líkasum í tveimum. Nakrir ringar liggja inni í havnini, meðan nakrir eru norðanfyri grótkastið úti í sjálvum Hestfirði. Í ringunum, sum liggja inni í Havnini, er smolt, meðan størri fiskurin er úti á firðinum.
Símun Joensen sigur, at tað ber ikki til at hava smolt úti á streymasjógvi. Roknað verður við, at fiskurin skal viga upp móti einum kilog, áðrenn hann kann fara á Fjørðin. Har rekur hálvaaðru míl, og tað klárar smoltið ikki.
Teir hava bæði laks og síl í Hesti, sigur Símun Joensen. Í innaru ringunum í Hesti ganga eini 15.000 laksasmolt og umleið 8.000 sílasmolt, meðan tað eru umleið 4.000 vaksnir fiskar av hvørjum slagnum í teimum ytru ringunum, sigur stjórin á Fiskaaling.
Símun Joensen sigur, at prísurin á sílum hevur verið góður í ár, og eftirspurningurin hevur verið nógv vaksandi. Annars er sílamarknaðurin sera svingandi sigur hann. Laksurin er nógv meira støðugur.
Fiskaaling hevur bara loyvi at ala lívfisk. So tað er eingin vanlig aling sum so til tøku í Hesti. Trý lívfiskaloyvi eru givin. Fiskaaling hevur tvey. Eitt í Skopun og eitt í Hesti, meðan Fútaklettur hevur eitt í Vágum.
Símun Joensen sigur, at Skopun og Hestur eru væl egnað støð til lívfiskaaling, tí tey eru rímiliga avbyrgd og frí fyri sjúku. Annars er tað ein trupulleiki í Hesti, at har er so lítið pláss. So illa ber til at víða nakað serligt, um tað hevði verið ynskiligt.cute;ðini eg havi fingið frá venjarum og meiri royndum leikarum er, ikki at fara upp at flúgva, men allatíðina at hava bæði bein á jørðini, hóast tað gongur væl. Og so er tað sjálvandi eisini sera týdningarmikið áhaldandi at arbeiða hart.
- Ein skal vera fótbóltsspælari 24 tímar um døgnið
Men hvat hendir við teimum ungu leikarum, sum verða vrakaðir av liði sínum og hava onga útbúgving?
- Ungir fótbóltsleikarar hava í øllum førum allir fólkaskúlan, eins og eg havi, og frá tí grundarlagi kann ein byggja víðari á, um ein skuldi verðið vrakaður. Men sum oftast er bert hjá teimum at finna eitt annað felag á lægri støði.
Spurdur, um fótbóltur ikki er eitt sindur óvist at byggja á, um ein knappliga skuldi verðið vrakaður uttan at hava nakra útbúgving, sigur Lennie, at tað er heilt víst fleiri leikarar, sum uppliva júst hatta.
- Tað er í roynd og veru so fáir leikarar sum fullføra tað, sum allir droyma um, nevniliga at gerast fulltíðar yrkisleikarar við stórum feløgum, so ein má vera til reiðar til ikki at megna tað.
Tá prátið kemur inn á skaðar og annað, sigur Lennie, at um tað knappliga ein dag skuldi borið so á, at hann gjørdist skaddur fyri lívið, hevði hann farið at arbeitt í handlinum hjá pápa sínum.
Hvørjar eru framtíðarætlanir tínar innan fótbólt?
- At vera fastur maður á Premier League liðnum hjá Chelsea, og so vónandi eisini at koma á enska landsliðið einferð í framtíðini. Tað er stutt sagt mítt mál. Hann leggur afturat, at tað fer sjálvsagt at verða sera torført. Í løtuni spælir Lennie á U-19 liðnum hjá Chelsea, og hóast hann bert er 16 ára gamal, er hann fyrsti málverji har. Hann ynskir at koma so skjótt sum gjørligt á eykaliðið hjá Chelsea, fyri síðani at koma inn á Premier League liðið.
Hvat er kravið hjá tær og hjá ungum fótbóltsleikarum sum heild, um teir skulu fullføra sín dreym?
- Tað ræður um at vera fótbóltsleikari 24 tímar um døgnið, og at arbeiða hart bæði á og uttanfyri vøllin. Uttanfyri vøllin skal ein lata vera við at koma sær uppí trupulleikar og tílíkt. Annars er bert at arbeiða so hart sum tilber, tí eingin kemur sovandi til nakað.
Vit hava ferð eftir ferð sæð bretskar leikarar havt trupulleikar uttanfyri vøllin, og av mongum kann eg nevna t.d. Paul Gascoigne og fyrrverandi Manchester United stjørnuna George Best, so tað er ikki av tilvild, at Lennie sipar til júst hetta.
Til seinast ynskja vit 16 ára gamla málmanstalentinum úr Chelsea, Lennie Pidgeley, alt tað besta í framtíðini, og vóna at hann ein dag fullførir dreym sín. Minst til navnið Lennie Pidgeley, tað kann knappliga koma á sjónvarpsskíggjan ein leygardag seinnapart heima í stovuni.....