Albert sær ljóst uppá framtíðina hjá ÌF

Hóast ÌF misti oddasessin í dag, aftaná 0-2 tap ímóti HB á heimavølli í Fuglafirði, so er venjarin hjá ÌF við gott mót. - Vit hava nógvar góðar ungar spælarar, so framtíðin sær bjørt út hjá ÌF, undirstrikar Albert Ellefsen. ÌF-venjarin helt, at talan varð um ein góðan dyst millum ÌF og HB í Fuglafirði í dag.

 

Kristin R. Mouritsen hjá HB segði aftaná dystin, at hann kendi tað sum um, at ÌF misti luftina, tá HB kom á odda 1-0 uppá brotsspark, og tá vóru HB´arnir vísir í sínari søk.

 

Tað ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Albert Ellefsen og Kristin R. Mouritsen í ljóðbrotinum undir greinini. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra 1-0 málið hjá HB, sum Tróndur Arge segði frá.