Aldrin ímyndað mær slíka broyting

BROYTINGAR - Eg hevði aldrin ímyndað mær, at tað fór at blíva eitt slíkt virksemi her á Hálsi. Alt er fullkomuliga broytt - frá eini stórari vídd við óspiltum haga, til eitt øki við eini rúgvu av handlum og fyritøkum. Jú, fá ár kunnu broyta eitt øki ótrúliga nógv, sigur havnarmaðurin, Torkil Johannesen sum hevur upplivað menningina á Hálsi frá barnaheimi hansara. - Økið er ikki til at kenna aftur, nú fuglaljóðið og friðurin annars, eru broytt til ljóðið av bilum og handilsligum virksemi.

Á Hálsi: - Tað er løgið at hugsa aftur á: Eg vaks upp her, við Hoyvíksvegnum sum míni “barndommens gade”. Vit lógu so langt burtur frá miðbýnum í Havn og øllum virkseminum har, at vit nærum livdu okkara egna lív.
- Ja, mítt barnaheim lá soleiðis fyri, at tað minti mest um eina bygd við bert einum húsi, ið lá tætt við Havnina, vísir 50 ára gamli Torkil á. - Og hygg so, hvussu tað liggur í dag, - umgirt av stórum bygningum.
Stóra økið á Hálsi lá í mangar mátar órørt heilt fram til 70’árini, men so kom brádliga ferð á við byggingini av stórum bygningum og nógvum virksemi.
Ein avleiðing av hesum var, at sethúsini sum pápi hansara, Jógvan, sjálvur bygdi, komu at standa sum púra einsamøll sethús á einum stórum vinnuligum øki.
- Leif Mohr keypti húsini í byrjanini av 80’unum, og var ætlanin helst at ríva tey niður. Men tíbetur fyri okkum systkin, standa tey enn í dag, og teir eru eisini óførir at halda tey viðlíka, greiðir Torkil frá.
Torkil hevur í fleiri ár búð heilt í hinum endanum av býnum, úti á Norðasta Horni, men er nú fluttur nærri miðbýnum, og býr í Dalakróki.

Sjáldsamir gestir
Tá Torkil við millumbilum koyrir eftir Hoyvíksvegnum, kann hann ikki á nakran hátt samanberast við hansara “barndommens gade”: Frá at hava verið eitt bert og oyðið øki, er tað í dag merkt av lívi og vinnuligum virksemi í dagstímunum.
Økið á Hálsi var sjálvandi eitt øðrvísi stað fyri fimmti árum síðani, tá Torkil vaks upp her. Ella sum Torkil tekur til: - Ja, vit lógu púra avskorin frá fólki, heilt burtur frá øllum, - ja, faktist har sum vegurin endaði.
Nakað tættari ímóti býnum lá eitt stoypivirki, har sum dekkverkstaðið nú liggur, og har nógv virksemi var. Og longri uppi lá veðurstøðin.
- Tað ljóðar ótrúligt, men tað var sera sjáldan at fremmandafólk kom niðan hendavegin. Tað var soleiðis, at tey sum endiliga komu niðan, tey legði man merki til, greiðir Torkil frá.
Teir vóru fleiri traðarmenn, sum høvdu traðir sínar í økinum, og sum dagliga gingu niðan fyri at geva seyði, hønum og gæsum sínum, meðan onkur gekk eftir vegnum við tráðu í hond, tí hann skuldi á seiðaberg við Boðanes.

Við stavi í hond
Ein teirra sum hevði sína dagligu gongd framvið barnaheimi hansara, var Olaf á Lava. Hann hevði eitt serstakt gongulag, sum festi seg í minnið á tí unga Torkili.
- Hann hevði altíð stav við. Tá Olaf gekk, svingaði hann stavin runt og slóð hann niður í jørðina. Tað var so friðarligt, at tað hoyrdist tá hann kom.
- Ein annar sum somuleiðis koyrdi framvið hjá okkum var gubbi Torkil, Regin Olsen, sum andaðist í farna mánaði. Hann arbeiddi á Veðurstøðini og koyrdi til arbeiðis í bili, og eg kendi ljóðið á bilinum og visti tí, nær Regin fór til arbeiðis og nær hann fór til hús aftur.
Við sínum vandna oyra dugdi Torkil eisini á at skyna, um onkur fremmandur bilur koyrdi framvið. Var tað so, leyp hann í vindeygað fyri at vita, hvør hesin bilurin mundi vera.
Úr vindeyganum hevði hann somuleiðis eitt sera gott útsýni yvir Nólsoyarfjørð, og skapti hetta eisini ein áhuga fyri skipum.
- Eg og ein beiggi mín, Bjarki, plagdu at kika eftir skipum í Nólsoyarfirði fyri at finna útav, hvørji tey vóru. Eg minnist at vit sóu nógvar eingilskar og russiskar trolarar, sum uttan iva trolaðu tætt undir landi. Hetta brúktu vit nógva tíð uppá og høvdu mikla gleði av tí.
- Tja, eg veit ikki hvør ungur havnarmaður ger slíkt í dag. Men vit høvdu ikki so nógv annað at gera, og tí funnu vit uppá alt hetta ymiska, sigur Torkil við einum brosi.

Upp um høvdina
Barnaheimið hjá Torkili lá langt burtur frá øðrum heimum, og tí mátti hann ganga heldur langt, eftir tátíðar meti, fyri at finna næstu vinmenn sínar.
Ein teirra var kendi listamaðurin, Anker Eli Petersen sum í dag býr í Danmark og bróður hansara, Signar, sum doyði bert 20 ára gamal. Teir búðu á vegamótinum Hoyvíksvegur og Tjarnalág.
- Vit báðir, Signar, vóru næstan sum tvillingar. Vit spældu altíð saman, minnist Torkil aftur á. Millum aðrar vinmenn var ein sonur Óla Bjørn Viðstein, Oddmar, sum bleiv prentari eins og pápin, og býr hann í Norra, og djóralæknin Andras, sonur Trúgva Strøm sála.
Ein annar av góðu vinmonnum hansara í sama øki er tann í dag so kendi framleiðarin av sjónvarpssendingum, Herluf Sørensen sum búði í teimum reyðu húsunum við vegamótið omanfyri Studentaskúlan, har eitt stórt lýsingarskelti møtir teimum ferðandi til Havnar í dag.
- Tað vísti seg tá, at vera ein langur túrur at skula ganga frá okkum av og heilt yvir til barnaheimið hjá Herlufi, sigur Torkil við einum brosi.
- Tað var ein heilur bakki yvir til hansara, so tað var nakað heilt serligt, tá eg fór har yvir at spæla.

Kríggj og paradis
Hóast berliga og víða økið á Hálsi, høvdu teir smádreingirnir nógv at spæla við. Teir keddu seg í øllum førum ikki.
Veðurstøðin lá beint við, og tað kom meiri enn so fyri at teir hjálptu til, tá veðurballónirnar vórðu sleptar upp í loft. Og høvdu teir hug til meiri bleytt spæl, var garðurin hjá Peturi í Gong, har Tjarnalág liggur í dag, eitt satt paradís hjá teimum. Har vóru bæði dunnur, gæs, seyður og enntá hestar, sum teir onkutíð sluppu at ríða á.
Við tær báðar tjarnirnar - tann minna sum ikki er til longur og við Hoyvíkstjørn - fóru mangir tímar og dagar. Her kundu teir fiska kombikk og skoyta um veturin. Men tað var kortini eitt serligt spæl, sum teimum dámdi væl - at vera í kríggi.
Í dag sæst eingin farvegur eftir teimum, men áðrenn stóra byggingin byrjaði, vóru trý kanónstøð sum bretar høvdu á staðnum, har Rúsan áður lá.
Á fundamentunum sást farvegurin eftir trimum kanónum, og fyri ungar dreingir við lívligum fantasi’i var hetta eitt satt dreymapláss at spæla í.
- Vit spældu kríggj; vit spældu cowboy og indianarar; og vit vóru eisini skjúttar sum skutu fíggindaligt sinnaði flogfør niður. Jú, hetta vóru góðir dagar.
- Tá vit vóru troyttir av tí, kundu vit fara yvir um vegin, oman til stoypivirkið, har vit við stórum eygum sóu, hvussu sement bleiv til stór kloakkrør og annað. Fyri okkum var hetta ein ótrúliga spennandi uppliving, greiðir Torkil frá.

Proviant við
Øll hesi spæliplássini vóru í nærumhvørvi hansara. Men tá teir rættiliga skuldu á útferð, var farið tann langa teinin yvir á økið, har ítróttarhøllin á Hálsi nú stendur. Tá var økið brúkt til bilkirkjugarð.
- Ja, fyri okkum var hetta ein longri túrur. Vit skuldu fyrst yvir um alt mýrulendið á Konmansmýru, áðrenn vit komu heilt har yvir. Hetta var ein friðarlig ferð, tí vit møttu sjáldan nøkrum fólki har.
- Hetta var eisini ein longri ferð, ja, so long at vit máttu hava proviant við - skipskeks og okkurt at drekka, sigur Torkil og brosar.
Tey glaðu barnaárini fóru so líðandi yvir í skúlagongdina, sum var í skúlanum hjá adventistunum, sum hildu leygardagin sum sín hvíludag og heiligdag, men sum í dag kallast Frískúlin við Hoyvíkstjørn.
- So tú kanst ætla, at vit vóru heppin at hava frí hvønn leygardag, meðan øll hini máttu í skúla henda dagin.



Autostrada
Tann ið koyrir eftir Hoyvíksvegi í dag, dugir illa at ímynda sær tann gamla, smala, krókuta og stak óslætta vegin sum í roynd og veru bara endaði einastaðni.
Vegurin sum bæði gekk niður í lægdir og upp á bakkar endaði í roynd og veru bara í eini smalari rás. Hetta var eisini orsøkin til, at hann sjáldan varð grivin heilt at enda.
- Teir góvust ofta at grava við stoypivirkið ella kanska eitt sindur niðan um tað. Tí máttu teir sum arbeiddu á Veðurstøðini seta bilar sínar har.
- Í dag er Hoyvíksvegurin slættur og beinur, og er meiri at meta sum ein autostrada.



Traðir og traðarmenn
Alt økið í nánd av barnaheimi Torkils, var tá merkt av teimum mongu traðunum sum har lógu. Í dag er hinvegin trupult at ímynda sær, tað lív og djóralív sum var har.
- Lat okkum bara taka traðirnar eina fyri og aðra eftir, og staðseta tær í mun til dagsins vinnulív so sum eg minnist tær, sigur Torkil íðin á málinum:

Miðlon
Har Miðlon í dag liggur, var ein trøð sum Dess átti. Henda trøðin fevndi eisini um økið, har Grón seinast hevði sítt bakarí.

Mekonomen
Har bygningurin hjá Mekonomen er í dag , hevði Minna á Lava Olsen sína trøð.

Bileftirlitið
Trøðin hjá pápa Torkil, Jógvan Johannesen lá har, sum Bileftirlitið og bygningurin hjá Føroyaprent er í dag. Hetta var ein leigutrøð uppá umleið 13.000 fermetrar, her tey høvdu seyð og hønur gangandi. Hann fekk byggiloyvi til sethús síni, ímóti tí at hann velti ein part av trøðni.
- Pápi var raskur arbeiðsmaður, var óførur at velta og bygdi húsini sjálvur, og legði sjálvur vatnið inn. Tað var ikki bara sum at siga tað, tí her var eingin vatnleiðing at knýta í.
- Vit fingu ikki wc fyrrenn eg var rættiliga gamal. Hjá okkum var ikki annað at gera enn at brúka eina bukku, sigur Torkil við einum brosi.
Eisini kann nevndast tvær áhugaverdar rundar betonbarakkir, har onnur stóð yvirav Hoyvíkstjørn og hin, sum var ein dupultbetonbarakk, stóð áleið har sum innkoyringin til Føroyaprent er. Hendan barakkin bleiv mest brúkt til goymslu av ymiskum fiskireiðskapi m.a. smíðkoyggjusengurnar, sum vóru umborð á Karin K, tá hon sigldi til Grønlands við útróðrarmonnum. Men hetta varð eisini brúkt til spælipláss hjá børnunum.
Leif Mohr/Guttesen&Staksberg
Har fyritøkan hjá Leif Mohr er í dag, átti Niels Hansen sína trøð, og longu niðri, har Guttesen & Staksberg var, og har Rúsan áður helt til, átti Kári við Stein, sum hevur búð í Grønlandi í umleið 40 ár, sína trøð. Jafet Danberg hevði sín seyð gangandi á hesari trøðni.

Pitstop/Mentamálaráðið
Hinumegin Hoyvíksvegin, har Pistop í dag heldur til var eitt stoypivirki, og við síðuna av henni ein trøð sum Debes brøðurnir eiga. Har Mentamálaráðið er í dag lá trøðin hjá Lilleven.

PM/Posta
PM Heilsølan hevur í dag spent seg rættiliga út. Men frammanundan hevði Hanneman Michelsen sína trøð har. Hann var pápi núverandi forstjóran, Poul Michelsen. Og har Posta og Bónus halda til í dag, hevði Olaf á Lava sína trøð og sín seyð gangandi. Harry Eysturlíð hevði sína trøð millum hesar báðar.




Út at stjala egg
Hinumegin vegin við barnaheim hansara lá trøðin hjá Hanneman Michelsen, sum er pápi Poul Michelsen. Har
Hanneman var ein maður sum børnini høvdu virðing fyri. Men hann var eisini ein sera dugnaligur pedagogur. Eina søgu um tað, veit Torkil eisini at siga:
Ein dagin hevði hann sníkt seg út fyri dyr við eini grýtu í hondini, tí hann ætlaði sær oman í høsnarhúsi hjá Hanneman eftir eggum, fyri at siga tað milt.
Torkil var smidligur og fekk kropið inn gjøgnum ta smølu lúkuna og inn í høsnarhúsið. Har var væl vorpið, og egg í hópatali lógu í reiðrunum.
Hann gjørdi ikki mætari enn at fylla grýtuna við eggum, og ætlaði sær síðani til hús aftur. Men tað gekk ikki so lætt, tí uttanfyri høsnadyr stóð Hanneman har.
- Her vísti hann av sonnum, hvussu stórur pedagogur hann í roynd og veru var: Ístaðin fyri at skelda meg út, sum helst hevði verið rættast at gera, bað hann meg bara fara innaftur í høsnarhúsið og leggja hvørt einasta egg uppá pláss aftur.
- So var tað liðugt, og meiri bleiv ikki sagt, greiðir Torkil frá.
Hann duldi kortini hendingina í nógv ár fyri mammu síni, Maria. Tá hann so fortaldi henni søguna, tá var tað hon sum bleiv óð!



(Torkil 2 høvuðsmynd)


BARNDOMMENS GADE
- Hvør skuldi trúð tí, at mítt barnaheim skuldi koma at liggja mitt í einum handilsøki her uppi á Hálsi?, spyr Torkil Johannesen sum vaks upp her við Hoyvíksvegin