Alivinnan vil avtaka einkarrættin hjá Apoteksverkinum

Havbúnaðarfelagið heldur, at alifyritøkurnar eiga at kunna keypa vørur frá øðrum veitarum enn Apoteksverkinum, so at prískappingin verður størri

savnsmynd

Vinnuhúsið:

 

Í hoyringarsvari til nýggja kunngerð um sølu av hydrogenperoxidi vísir Havbúnaðarfelagið á, at verandi monopol hjá Apoteksverkinum ger vørurnar, sum alivinnan hevur brúk fyri, nógv dýrari enn í grannalondunum.

 

Kunngerðin fevnir um hydrogenperoxid sterkari enn 20%, sum verður brúkt til viðgerð í sjóalivinnuni. Heilsumálaráðið leggur upp til, at vøran skal leggjast undir reglurnar í heilivágslógini og bert seljast frá apoteki við resept frá djóralækna.

 

“Í flestu førum hevur Apoteksverkið ongan leiklut í framleiðslu ella nýtslu, og tað er ikki óvanligt, at prísirnir eru 30–40% hægri enn fyri sambærligar nøgdir í grannalondunum. Einkarrætturin er bara ein fordýrandi millumliður, sum viknar um kappingarførið hjá alivinnuni”, sigur Havbúnaðarfelagið.

 

Skaðilig árin av einkarrættinum

Felagið metir, at verandi skipan forðar fyri kapping, ger nýtsluna av tilfeingi minni skilagóða og í síðsta enda skaðar kappingarførið hjá vinnuni.

 

Tí eigur einkarrætturin hjá Apoteksverkinum at verða avtikin. Hann tænir ongum skilagóðum endamáli, og í staðin eiga góðkendir innflytarar at sleppa at keypa ávísar vørur og heilivág beinleiðis frá góðkendum veitarum – eins og í grannalondunum.

 

Seta arbeiðsbólk at smíða nýggja skipan

Havbúnaðarfelagið mælir til at seta ein arbeiðsbólk við umboðum frá tí almenna og frá alivinnuni skjótast gjørligt fyri at gera uppskot til eina nýggja skipan við íblástri frá grannalondunum.

 

Í Noregi og Skotlandi kunnu alifyritøkur keypa hydrogenperoxid og ávísan heilivág beinleiðis frá góðkendum veitarum. Havbúnaðarfelagið heldur, at sama skipan eigur at galda í Føroyum, tí tað fer at styrkja kappingarførið hjá føroysku alivinnuni.

 

“Um tað ber til í øðrum londum, eigur tað eisini at bera til í Føroyum”, sigur Havbúnaðarfelagið, hvørs endamál er at tryggja góðar og forútsigiligar karmar kring eina burðardygga føroyska alivinnu.

 

Tá ið hydrogenperoxid og aðrar vørur – eitt nú koppingarevni til laks – koma til landið, er tað djóralæknin, sum tekur endaliga støðu til nýtsluna. Apoteksverkið er í veruleikanum bara eitt millumlið, sum ger vørurnar dýrari fyri alifyritøkurnar.

 

Havbúnaðarfelagið heldur tí, at tað er neyðugt at loysa alivinnuna úr verandi skipan fyri at tryggja kapping og lægri prísir í framtíðini.

 

Les hoyringarsvarið her.

 

savnsmynd