Rættarøkið styrkt: – Hetta eru týdningarmikil stig

– Hetta eru týdningarmikil stig fyri at skapa eitt tryggari og betri rættarsamfelag, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum í fleiri ár hevur víst á tørvin á eitt nú at styrkja ákæruvaldið

Danski løgmálaráðráðið hevur nú kunngjørt nýggj átøk, sum skulu styrkja rættarøkið í Føroyum. Talan er um øki, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi leingi hevur arbeitt fyri at fáa styrkt.

 

Átøkini fevna millum annað um:

 

  • Føroya Politi verður styrkt við m.a. útbúnaði til maritima økið. Politiið fær eisini fýra nýggj ársverk, ið skulu brúkast til at verja viðbrekin offur og fyribyrgja KT-kriminaliteti
  • Ákæruvaldið verður styrkt tveimum nýggjum og royndum ákærum
  • Virksemið frá fregnartænastuni PET í Føroyum verður styrkt
  • Føroya Politi og Føroya Rættur fáa betri KT-skipanir

 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi fegnast um hesi átøk, tí í fleiri ár hevur fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale kravt, at tað skal gerast.

 

Serliga hevur hann víst á tørvin um sterkari ákæruvald, sum kann stytta bíðitíðina.

 

Sjúrður Skaale hevur eisini – eftir at norskir myndugleikar hava tikið russisk skip, sum komu beinleiðis úr Føroyum – sett spurnartekin við, um PET hevur røkt sínar skyldur í Føroyum.

 

Hesi nýggju átøkini á rættarøkinum verða sett í verk í samstarvi við landsstýrið, umframt sum partur av samráðingunum um eina nýggja avtalu fyri politiið og ákæruvaldið.

 

 

 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi