Allan bjargaði okkum

Hóast tað kann vera trupult at taka einstakar hendingar fram um aðrar, so minnist Jens Erik serstakliga væl leiklutin, sum Allan Simonsen hevði fyri Føroyar, eins og hann minnist, tá perfektionistiski venjarin ta einu ferðina var dekan ov gloymskur

Fótbóltur

Við 29 árum í FSF, og einum ótali av uttanlandsferðum tey 19 árini, sum Føroyar hava verið í altjóða fótbóltsfamiljuni, er talan sjálvandi um hópin av stuttligum upplivingum, sum Jens Erik hevur fingið á vegnum.
Spurdur, hvørt tað er nøkur serlig, sum hann minnist í so máta, sigur hann, at tað kanska serliga vóru tvær. Og at tær báðar hava við Allan Simonsen at gera.

Bjargaði okkum
- Fyrst og fremst, so minnist eg væl, tá tað eydnaðist okkum at fáa Allan Simonsen sum landsliðsvenjara.
- Annars góða samstarvið við Páll fekk ein heldur keðiligan enda, tá hann legði frá sær í úrtíð. Jóhan Nielsen og Jógvan Norðbúð tóku við sessinum teir báðar seinastu dystirnar, men tá vit seinnu fóru til lutakastið til undankappingina, høvdu vit framvegis ikki funnið nakran venjara.
- Tað var eisini nakað, sum Tórleif Sigurðsson (formaður), Ísak Mikladal (aðalskrivari) og eg tosaðu um á ferðini, men vit høvdu onga loysn. Afturkomnir til hotellið ringdi eg til Allan Simonsen, sum eg kendi nakað. Eg greiddi honum frá støðuni hjá okkum, og eg spurdi hann, um hann visti um nakað hampuliga stórt navn, sum kanska kundi havt áhuga í starvinum.
- Og tú kanst ætla, at eg var bilsin, tá Allan brádliga segði »Det ku’ dag godt være, at jeg var interesseret«. Eg haldi heldur ikki, at Tórleif og Ísak trúðu mær, tá eg seini segði hetta fyri teimum, men tað eydnaðist so at fáa Allan til venjara.
- Og satt at siga, so var hann júst rætti maðurin til rætta tíð hjá okkum. Tørvurin hjá okkum var at fáa eitt navn, sum kendi spælið á egnum kroppi. Eitt krav, sum Allan so væl og virðiliga uppfylti. Hann lærdi bæði spælarar og leiðarar, hvussu hesin partur av fótbóltsheiminum riggaði, og hóast týski disciplin-skúlin kanska var dekan ov strammur til tíðir, so hevði hetta alstóran týdning hjá okkum.

Tá Allan gloymdi passið
Júst strangi týski skúlin er sum so eisini upprunin til næstu stuttligu søguna, sum Jens Erik hevur hug at nevna. Hetta í sambandi við útidystin hjá føroyska landsliðnum móti Estlani á sumri í 1998.
- Allan var jú ein sannur perfektionistur, sum altíð kravdi 100% av øllum kring seg. Men tá vit tann sumardagin komu á flogvøllin í Tallinn, var heilt galið.
- Allan ansaði sum vant eftir, at allir spælararnir komu gjøgnum passeftirlitið, men tá hann so sjálvur skuldi gjøgnum sama eftirlit, komu vit eftir, at passið als ikki var við. Tað vísti seg seinni, at hetta var eftir á Flogvøllinum í Vágum, men tað nyttaði lítið at greiða myndugleikunum í Estlandi frá hesum. Fingu teir sín vilja, so varð Allan snøgt sagt sendir retur aftur til Føroya, men tíbetur megnaðu vit at greiða støðuna.
- Og eg má siga, at tað var so ein av teimum fáu ferðunum, har Allan ikki megnaði at greiða umstøðurnar sjálvur. Nakað sum hann nærum altíð megnaði bara við at vera tað navnið, sum hann var í altjóða fótbóltshøpi.