Allan Norðberg: Eg eri ein stoltur Vals-maður

Allan Norðberg og liðfelagarnir vera stórliga heiðraðir í morgin

Allan Norðberg við European Cup steypinum (Mynd: mbl.is)

Í morgin vera Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali stórliga heiðraðir fyri sítt bragd at vinna European Cup.

 

Alt Hondbólts-Ísland og Ítróttar-Ísland er samfelt um at heiðra Allani og liðfeløgunum.

 

Í annaðkvøld klokkan 20.15 verður fimta og avgerandi finalan í kurvabólti millum Val og Grindavík í høllini hjá Vali á Hliðarenda í Reykjavík. Kurvabóltur er ein stór ítróttargrein í Íslandi, og útselt er til fimtu og avgerandi finaluna. Allan og liðfelagarnir vera heiðursgestir til hesa finaluna, og fer stóra áskoðarafjøldin samfeld at fagna teimum fyri bragdið - sum tað fyrsta íslendska liðið nakrantíð - at vinna eina evropeiska kapping fyri felagslið.

 

Við Morgunblaðið sigur Allan: - Tað er ótrúliga stuttligt, at eg sum tann fyrsti føroyingurin eri við til at vinna eina slíka kapping, og tað eri eg stoltur av. Eg eri stoltur av hesum liðnum, og eg eri sera fegin um at vera ein Vals-maður. Sigur Allan. 

 

Um torføru seinnu finaluna niðri í Grikkalandi sigur Allan: - Tað var ein sera torførur dystur, og rómurin frá fjepparunum hjá Olympiacos vóru ótrúlig. Sum hondbóltsleikari vilt tú gjarna uppliva slíkar løtur, tó tað er talan um ógvuliga torførar umstøður meðan dysturin er í gongd. Men eg mátti samstundis njóta upplivingina. Eg segði við dreingirnar, at hetta var ikki liðugt, og vit máttu ikki geva upp. Og tað gjørdu vit aldrin. Vit møttu í Grikkalandi fyri at vinna steypið, og tað bar á mál. Greiðir Allan frá. 

 

Um næstseinasta brotskastið í brotskastskappingini, sum hann skoraði upp á, sigur Allan: - Eg var strongdur og samstundis til reiðar. Venjarin segði við meg, at eg mátti taka tað fjórða brotskastið, og tá var eg greiður yvir hvar eg fór at skjóta. Eg vildi gera tað væl, og tað hjálpti okkum at vinna steypið. Staðfestir Allan í samrøðuni við Morgunblaðið.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Allan Norðberg við European Cup steypinum (Mynd: mbl.is)