Allar-best

Sunnudagurin var dagurin, tá HB enn eina ferð ognaði sær meistaraheitið. Tað átjandi í røðini, og ger hetta HB til mest vinnandi felagið yvir høvur í føroyskari fótbóltssøgu. Sum vera man, so var hetta nakað, sum var vert at fegnast um. Ikki minst hjá hesum trúgvu stuðlunum, sum í mong ár hava havt sína gongd uppi í Gundadali annað hvørt vikuskiftið gjøgnum alt summarhálvárið. Frá vinstru eru tað Monrad Kjeldnes , Regin Jacobsen og Aage Samuelsen
Mynd: Jan Müller