Umleið 150 fólk vóru til móttøku hjá Almannastovuni seinasta fríggjadag. Hátíðarhildið var m.a. at 30 ár eru liðin síðan Almannastovuni varð stovnað.
Móttøkan var á Smyrilsvegi 20, har nakrar av deildunum hjá stovnunum fluttu inn 1. februar í ár.
Tær sum hildu talu vóru: stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen, og Aibritt á Plógv, aðalstjóri á Almanna- og Heilsumálaráðnum.
Petra Johnsdóttir Joensen beyð øllum at vera vælkomin, og hon segði m.a. í talu síni, at Almannastovan var sett á stovn 1. apríl 1975, og tað eru í dag liðin júst 30 ár síðan hetta hendi.
Áðrenn var tað sosiala deild hjá Ríkisumboðsmanninum, sum umsat sosialu lógirnar. Sigast má, at nógv er hent hesi 30 árini, Almannastovan hevur verið til. Bæði hvat lógum, fígging, sosialum tænastum, bygnaði, starvsfólkum og øðrum viðvíkur.
Tá Almannastovan fór undir virksemi sítt í 1975, vóru færri enn 10 fólk í starvi. Síðan er starvsfólkatalið 10-faldað, í dag eru starvsfólkini fleiri enn 100 - svarandi til góð 80 heiltíðarstørv. Hóast henda stóra vøkstur, er talið av starvsfólki lutfallsliga lágt í mun til okkara grannalond.
"Seinnu árini hava vit á Almannastovuni lagt dent á bygnaðarbroytingar fyri at bøta um tænastuna og koma nærri borgarunum. Okkara økisdeildir eru betur mannaðar og hava fingið fleiri uppgávur og ábyrgd. Tær eru portrið hjá borgaranum til stovnin.
Vit kundu ynskt okkum, at vit vóru komin hartil, at onki var at finnast at viðvíkjandi tænastuni til borgaran. Allarbest um vit beinleiðis fingu rós fyri okkara arbeiði.
Tað er ikki lætt at liva upp til alsamt vaksandi krøvini og forvæntningarnar hjá viðskiftafólki og politikarum.
Í ár hava vit sett okkum fyri at leggja dentin á fakligu menningina og upplýsing av borgarunum. Í fokus eru m.a. útbúgving av starvsfólkunum, ger av innanhýsis reglum og mannagongdum, sum skulu vera alment tilgeingiligar fyri borgaran á okkara heimasíðu, ger av nýggjum umsóknarbløðum o.t., útbygging og ábøtur á heimasíðuni, ger av upplýsandi faldarum o.s.fr. og vónandi menning av edv-skipanini, segði stjórin á Almannastovuni, Petra Johnsdóttir Joensen, m.a. í talu síni.