Allir flokkar samtyktu at stytta arbeiðsvikuna við lóg

Bæði 1964, í 1970 og í 1978 var semja millum allar flokkar á tingi at stytta arbeiðsvikuna við lóg

Í 1964 samtykti Løgtingið einmælt at lækka arbeiðsvikuna úr 48 niður í 44 tímar.

 

Tað var Karsten Hoydal, sum tann 21. januar í 1964 legði uppskotið fram, sum skuldi stytta arbeiðsvikuna við lóg.

 

Arbeiðsvikan skuldi styttast í trimum stigum: 1. apríl í 1964 til 46,5 tímar, 1. apríl í 1965 til 45 tímar og 1. apríl í 1966 til 44 tímar.

 

Tað var undir sokallaða Sjálvstýrislandsstýrinum við Fólkaflokkinum, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum við Hákun Djurhuus, formanni Fólkafloksins, sum løgmanni.

 

Ávíst kjak var um lógina, og andstøðuflokkarnir Javnaðarflokkurin og Sambansflokkurin høvdu ávís broytingaruppskot. Men tann 20. mars í 1964 varð lógin samtykt av einum einmæltum Løgtingi.

 

Aftur í 1970 var arbeiðsvikan stytt. 6. apríl í 1970 legði Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, fram uppskot um at stytta arbeiðsvikuna úr 44 tímum niður í 42,5 tímar. Tá sótu Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í landsstýrinum. Uppkskotið varð einmælt samtykt í Løgtinginum 30. apríl í 1970.

 

Og aftur í 1978 var arbeiðsvikan stytt við 2,5 tímum úr 42,5 tímum niður í 40 tímar.

 

Tann 17. apríl í 1978 legði Jákup Lindenskov, landsstýrismaður, fram uppskot um 40 tíma arbeiðsviku, har vikan í fýra stigum varð stytt: 1. oktober í 1978 til 42 tímar, 1. apríl í 1979 til 41,5 tímar, 1. oktober í 1979 til 41 tímar og 1. januar í 1980 til 40 tímar.

 

Tað var í landsstýrissamgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin.

 

Sjálvt um Fólkaflokkurin var í samgongu, so skrivaði Jógvan Sundstein úr Fólkaflokkinum minnilutaálit saman við Jákup Mortesen úr Sambandsflokkinum. Har skriva teir soleiðis:

 

»Minnilutin heldur, at sjálvt um tað er vorðið vanlig regla í Føroyum eins og í flestu øðrum Norðanlondum, at arbeiðsvikulongdin er ásett við lóg, so eigur henda lóggáva ikki at órógva galdandi arbeiðssáttmálar. Minnilutin kann í prinsippinum taka undir við 40 tíma arbeiðsviku, men hon kann ikki koma at galda, fyrr enn núgaldandi sáttmálar fara úr gildi og nýggir verða gjørdir.«

 

Teir løgdu so broytingaruppskot fram hesum viðvíkjandi, sum hevði givið 40 tíma arbeiðsviku 1. oktober í 1979.

 

Broytingaruppskotið fall og uppskotið frá landsstýrinum varð einmælt samtykt av øllum tingfólkum.

 

Og nú 45 ár seinni fer Ingilín Didriksen Strøm at leggja uppskot fram, sum skal stytta arbeiðsvikuna úr 40 niður í 37 tímar.

 

Spurningurin er so, at tað aftur hesaferð verður eitt samt Løgting, sum fer at samtykkja at stytta arbeiðsvikuna.

 

Atfinningarnar frá arbeiðsgevarum eru tær somu nú, sum í 1964, í 1970 og í 1978, at hetta er ein uppgáva hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sum tó ongantíð hava megnað at stytt arbeiðsvikuna hjá øllum. Tað eru bara einstøk feløg, sum gjørt tað í samráðingum.

 

Men samgongan fer at samtykkja uppskotið, tí tað hava tey lovað í samgonguskjalinum, har tað stendur soleiðis:

 

»Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg.«