Allir løgtingslimir sleppa ikki til arbeiðis í morgin

Í morgin verður tingfundur fyri stongdum hurðum

Tað verður ikki meiri enn ein triðingur av løgtingslimunum, sum sleppa til arbeiðis, tá ið Løgtingsfundur verður í morgin. Løgtingið hevur fund í morgin, har ætlanin er at viðgera nøkur uppskot í sambandi við koronu.

Men nú korona aftur er farið at gera um seg hevur formansskapurin gjørt av at avmarka talið á tinglimum, sum sleppa til arbeiðis.

Tað merkir, at av teimum 33 tinglimunum, sum eru, sleppa bara 20 tingfólk at vera við á tingfundinum í morgin.

Hetta er neyðugt í eini roynd at verja okkum fyri, at ein tingfundur ikki skal enda við, at alt tingið má í sóttarhald, tí ein tinglimur verður smittaður, sigur formansskapurin.

Verður bara ein partur av Løgtinginum til arbeiðis, kunnu hini tingfólkini vera til taks, skuldi tørvur verið á tí, leggja tey afturat.

Men støðan er eisini tann, at Løgtingið er ikki viðtøkuført uttan so, at minst 17 tinglimir eru til staðar.

Nú bara 20 tingfólk sleppa til arbeiðis, verðut tingmannatalið býtt javnt ímillum flokkarnar, og sostatt verða flokkarnir umboðaðir soleiðis:

Fólkaflokkurin fær fimm tinglimir, Sambandsflokkurin, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi fáa fýra tinglimir í part.

Hinvegin fáa Sjálvstýri, Framsókn og Miðflokkurin, ein tinglim í part. Harumframt verður tann avmarking at í mesta lagi 10 tingfólk sleppa at vera í løgtingssalinum ísenn. Hetta merkir, at hvør flokkur kann hava eitt umboð í salinum, sigur formansskapurin.

Vanliga eru tingfundirnir opnir og tað merkir, at áhoyrarar eru vælkomnir. Men soleiðis verður ikki í morgin, tí fyribils verða tingfundirnir fyri stongdum hurðum og sostatt sleppa áhoyrar ikki at vera til staðar. Tað merkir, at einans fólk, sum hava beinleiðis iarbeiðsørindi í sambandi við tingarbeiði, sum sleppa at vera til staðar.