Ríkisumboðsmaðurin hevur havt úr at gera at fáa til vega valúrslit o.a. tilfar, sum hon letur Innanríkisráðnum og Forsætisráðnum.
Tað er hennara uppgáva sum umboð fyri danska ríkið í Føroyum.
Hetta valið er eitt av teimum mest spennandi eg havi verið við til, og tað gjørdist ikki minni spennandi, av tí at tað nærum stendur á jøvnum millum partarnar høgru- og vinstrumegin, sigur Vibeke Larsen.
Eins nógv
til báðar síðir
Hvat kann dragast burturúr úrslitinum í donskum politikki?
Tað eru veljarnir sum hava valt, og úrslitið er at nú eru tveir nærum eins stórir blokkar í Fólkatinginum. Tað merkir ivaleyst, at tað ikki eru so stórur munur, tá eins nógvir veljarar eru á báðum síðum, sigur ríkisumboðsmaðurin.
Hon vísir á, at nú skal fínteljingin fara fram í teimum trimum ríkispørtunum, men at einar 10.000 atkvøður skulu til, fyri at fáa eitt fólkatingsmandat aftrat.
Í lagi at vera tungan
á vágskálini
Hvat heldur tú um at annað føroyska umboðið er vorðin tungan á vágskálini?
Tað er í lagi.Vit kunnu ikki loyva okkum at siga, at tað er skeivt. Spurningurin er bert, hvussu føroysku umboðini nýta sína støðu, men rætt er, tá sagt verður, at ein ikki kann standa uttan fyri.
Ein sannleiki er í orðunum hjá Søren Kirkegaard, tá hann sigur, at við ikki at velja, hevur tú longu valt!
Hvørt Jóannes Eidesgaard av hesum kann seta donsku stjórini krøv, sigur Vibeke Larsen, at tað hevur hon onga meining um, men vísir til útalilsini hjá nýggja fólkatingsumboðnum, at hann fer at tosa við sín flokk um hetta.
Hann segði eisini, at hann ikki vildi geva seg út í politiska prostitutión, og at tað ikki var ein spurningur um at keypa og selja. Tað vil eg ikki siga meir um, sigur Vibeke Larsen.
Danir bíða spentir
eftir løgmanni
Hvør hevur nú útspælið í at fara undir samráðingar við danir?
Eftir hvat skilst, so eigur útspælið at koma frá Edmundi Joensen. Eg veit einki um, hvussu gongur við tí, men bert, at danir bíða spentir, men tað er eitt politiskt mál, sigur Vibeke Larsen.
Tú livir og virkar í føroyska samfelagnum, men er umboð fyri danska ríkið her. Í hvørjum parti var tú valnáttina?
Fyri mær er ikki talan um tveir partar í fólkatinginum. Har eru 179 limir, harav tvey eru úr Føroyum og tvey úr Grønlandi. Her eru eingir mótsetningar.
Sjálv havi eg fyri fyrstu ferð nakrantíð, verið sofaveljari. Tað kemst av, at eg í gerandisdegnum ferðist millum politikararnar í tinginum, og tí ikki vil hava sett politiskan dám á mín persón.
Hinvegin, so fari eg á kommunuval. Hetta er serføroyskt val, har eg kann verða við, tá talan er um, hvat skal henda t.d. í býnum har eg búgvi.
Tá spurningurin er um landspolitikk og politik á stjórnarstigi, sum eg havi nógv við at gera í mínum arbeiði, vil eg ikki hava ein politiskan samleika festan á mær.
Eg eri føroyingar í Føroyum, havi grønt pas, føroyskt P-tal og gjaldi skatt í Føroyum.
Heimsstýrislógin gevur okkum rættindi
Hetta er ein rættur, sum Heimastýrislógin gevur mær. Hon sigur, at eg eri ein føroyskur persónur, við donskum statsborgarskapi, men sum búgvi í Føroyum.
Tí kann eg t.d. heldur ikki brævatkvøða í Danmark, sigur Vibeke Larsen, sum heldur sama er galdandi við t.d. fólkatingsumboðunum.
Danska Fólkatingið er eisini tingið hjá føroyingum. Sambært grundlógini hava føroysku umboðini sama rætt og somu støðu, sum allir hinir limirnir í Fólkatinginum, sigur Vibeke Larsen.