Allir undir illgruna: Nú er synd í løgtingsmonnum

Tingmenn eru í døpurhuga sambært løgtingsformanninum, tí at tað er komið alment fram, at tingmenn hava seksistiskan atburð

 

Tað sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, við útvarpið hjá Kringvarpinum.

Løgtingsformaðurin harmast, at málið er farið út til almenningin, tí eftir hansara tykki hevði verið best at viðgjørt kæruna innanhýsis í tinginum.

– Vit kundu havt dempað tað niður inni í húsinum, segði hann við Kringvarpið.

Hann sigur, at úrslitið av hesum er, at allir tingmenn eru undir illgruna.

Søgan í Kringvarpinum segði tó einki um, hvussu kvinnurnar hava tað, ella um hald er í skuldsetingunum. 

Størri trupulleikin tykist vera, at málið er komið alment fram.

Tað eru ungu tingkvinnurnar Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, sum hava sent eina kæru til formansskapin í Løgtinginum um seksisktan tóna hjá tingmonnum. Hetta kom alment fram á almennum tiltaki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði á kvinnudegnum 8. mars.

Formansskapurin í Løgtinginum fer at viðgera kæruna frá teimum báðum tingkvinnunum týsdagin.

Hoyrið innslagið í Kringvaprinum VIÐ AT TRÝSTA HER