Ein 11 ára gamal drongur er bjargaður á lívi úr húsaleivdunum tríggjar dagar eftir herviligu jarðskjálvtarnar í Venesuela.
Tað er virkandi forseti landsins, Delcy Rodriguez, sum skrivar hetta á X, fyrrverandi Twitter.
- Fyri nøkrum minuttum síðan varð ein 11 ára gamal drongur bjargaður í Caraballeda, skrivar forsetin.
Og Delcy Rodriguez skrivar soleiðis:
- Akkurát nú er hvørt einasta eitt lív ein kelda av vón fyri Venesuela, sigur virkandi forseti landsins á X.
Jarðskjálvtarnir, sum mátaðu 7,2 og 7,5, raktu serliga norðara part av Venesuela hósnáttina.
Ringast rakta økið er strandabýurin, La Guaira uttan fyri Caracas, har í minsta lagi 100 bygningar eru rapaðir.
##med2##
Nú stríðast bjargingarfólk við tíðina, sum gongur, og fleiri enn sjeyti tímar eru farnir, síðan ógvusligu jarðskjálvtarnar.
Tíðin at finna fólk á lívi styttist, og framvegis eru nøkur túsund fólk saknað, samstundis sum talið av deyðum nú nærkast 1500.












