Ransin leggur frá sær

Á eykaaðalfundi 14. juli fer HB at velja nýggja starvsnevnd

Tað hevur ljóðað síðstu dagarnar, og nú er tað váttað. Starvsnevndin í HB fer at leggja frá sær, og á eykaaðalfundi, sum er settur at vera týsdagin 14. juli, verður nevndarval á dagsskrá.

 

HB formaðurin Ransin N. Djurhuus segði fyrr í kvøld fyri bolt.fo, at orsøkin er, at tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós í HB og núverandi starvsnevnd heldur, at hetta er rætta løtan at loyva nýggjum kreftum framat, áðrenn sáttmálar við høvuðsvenjara og leikarar til komandi ár verða gjørdir.

 

Tá ið formaðurin sigur,at tað eru fólk í HB, sum ynskja eina nýggja kós, so skilst tað á øðrum keldum í HB, at talan er um fyrrverandi spælarar og nevndarlimir, sum fyrireika seg at taka við aftur í felagnum.

 

Ransin N. Djurhuus hevur verið formaður í HB síðani 15. februar 2023, tá ið hann tók við eftir Páll Mohr Joensen.

 

Á heimasíðuni hb.fo stendur í kvøld, at eykaaðalfundur verður í HB húsinum 14. juli klokkan 19.00. Einasta mál á skránni er val av nevnd, og so verður lagt aftrat, at allir limir í HB eru hjartaliga vælkomnir at møta.

 

Í gjárkvøldið tapti HB 4-0 ímóti Víkingi í seinnu hálvfinaluni um løgmanssteypið á útivølli, eftir at HB vann fyrru hálvfinaluna 2-1. Í landskappingini er HB á fimta plássi. Møguleikin at røkka europeiskum atgongumerki er treytaður av, at HB vinnur seg fram á fjórða plássið og kanska triðja plássið.

 

Eftir 14 umfør hevur HB 18 stig. Tað eru fýra stig fram til Víking og fjórða plássið, og tað eru átta stig fram til B36 og triðja plássið.

 

Í síðstu viku varð venjarin André Olsen sagdur úr starvi. Lukasz Cieslewicz er fyribilssettur venjari. Nú verður tað uppgávan hjá nýggjari nevnd at seta nýggjan venjara.

 

Undan summarsteðginum fer HB í landskappingini mánakvøldið at spæla á heimavølli ímóti Skála ÍF og sunnudagin 5. juli á útivølli ímóti 07 Vestur. Í Europa Conference League fer HB at spæla ímóti skotska Motherwell. Útidysturin verður hósdagin 23. juli, og heimadysturin verður hósdagin 30. juli.